Gott nýggjár
So var Yngd endiliga aftur í blaðnum, og vit vóna, at tit eru komin væl inn í ár 2000.
Sum kunnugt kom Yngd ikki út fyrsta mikudagin eftir ársskiftið, tí trupulleikar - tó ikki ár 2000 trupulleikar - stungu seg upp.
Vit hava sett skjøtil á eina nýggja øld. Ja, eitt nýtt ár túsund.
Men samstundis, sum eitt nýtt tíðarskeið er byrjað í søgu okkara, so fer Yngd eisini undir eina nýggja byrjan.
Nýtt fólk er sett í starv á Yngd redaktiónini, og hetta kemur sjálvandi at merkjast. Einamest fyrstu tíðina, sum tí kanska verður meira merkt av byrjunartrupulleikum. Men vónandi bera lesarar okkara yvir við okkum.
Tær góðu gomlu kreftirnar koma tó eisini at hava sína ávirkan á, hvussu blaðið kemur at síggja út, og er hetta bert at fegnast um.
Men hvat hevur Yngd so at bjóða lesarum sínum hetta komandi árið.
Jú, málsetningurin er greiður. Miðað verður alla tíðina ímóti at menna blaðið, soleiðis, at Yngd gerst eitt meira livandi og spennandi blað, sum fyrst og fremst er ætlað yngru lesarunum hjá Sosialinum.
Innihaldið í blaðnum kemur at spenna víða. Ætlanin er, at vit taka upp nakað av tí, sum rørir seg millum ungdómin í Føroyum í dag.
Eitt evni, sum Yngd sær at vera av stórum týdningi er at kunna um útbúgvingarmøguleikar hjá ungdómi okkara. Ætlanin er, at vit í komandi bløðum fara at gera serliga nógv burtur úr júst hesum evni.
Framtíðarvánirnar hjá ungfólki her á landi, kanska serliga í mun til fullveldið/ikki fullveldið, er eisini nakað, sum vit hava ætlanir at fara undir at skriva.
Tónleikur kemur at hava ein stóran leiklut í Yngd, tá hugsað verður um, at vit í hvørjum blaði koma at umrøða nakrar av nýggjastu fløgunum á marknaðinum, umframt at hitlistarnir, sum eru partar av tættunum í Yngd hvørja viku, eisini koma at seta sín dám á blaðið.
Tættir eru, sum heild, ein stórur partur av slíkum blaði, og er Yngd heldur onki undantak í so máta. Tí fara vit at geva pláss fyri vælumtókta táttinum ?Svara so?. Hetta eru 20 spurningar Yngd setir til kend andlit hvørja viku.
Pláss verður tó eisini gjørt fyri øðrum tilfari í blaðnum. Nøkur av evnunum, sum eisini koma at seta sín dám á blaðið eru, kærleiki og kærleikstrupulleikar hjá ungum, og trúgv og samkomur, bert fyri at geva eitt boð uppá, hvat tit eisini kunnu væntað tykkum í framtíðini. Hetta síggja vit sum nøkur sera stór evnir at fara undir, men eftir fleiri áheitanir hava vit gjørt av at royna kortini.
Vit hava eisini fingið fleiri fyrispurningar viðvíkjandi teimum smærru plássunum í landinum. Summi vilja vera við, at Yngd ikki stígur fótin út um Havnina. Tað er rætt, at vit í kanska í so stóran mun, ikki hava røkt uppgávur okkara á smærru plássunum nóg væl, men síggja vit hetta sum eina stóra og týdningarmikla uppgávu hjá blaðnum. Men tað slepst ikki undan, at lyklaorðini í hesum sambandi eru tíð og orka. Men vit fara at royna okkara besta. Sjálvandi.
Brævbumban stendur tó IKKI til at bresta í løtuni, men tað er okkara mál, at tað eigur at standa tykkum frítt í boði at skriva inn til Yngd. Vit vilja fegin hoyra júst tykkara meiningar, rís, rós, ella hvat tað skal vera. Ella tit kanska hava eitthvørt uppá hjarta, sum tit fegin vilja hava við í blaðið.
Tað er ikki at smæðast burtur. Tit eru hinvegin meira enn vælkomin til at senda tilfar til Yngd. Tit fáa fatur á okkum allar vanligar gerandisdagar frá 8 - 16 á telefon 311820 og fax nummari er 314720. Teldupostadressan er: [email protected].
Til ber eisini at senda okkum vanligan post. Hetta gera tit við at senda bræv tykkara til: Tíðindablaðið Sosialurin, Argjarvegur 26, postboks 76, 110 Tórshavn.