Yngsti leikarin hjá Norðurmakedonia er bara 16 ár

Hægsti leikarin hjá Norðurmakedonia er 204 sentimetrar høgur

Damjan Mitev er bert 16 ára gamal

Í annaðkvøld klokkan 19 stendur slagið. Føroyska manslandsliðið í hondbólti tekur á heimavølli móti Norðurmakedonia í tí fyrra av tveimum HM Play Off dystum, har samlaði vinnarin vinnur seg til HM-endaspælið í Noregi, Danmark og Kroatia í januar.

 

Tað er góður møguleiki fyri, at Óli Mittún í annaðkvøld kemur at uppliva, at hann ikki verður yngsti leikarin á vøllinum. 

 

Millum leikararnar hjá Norðurmakedonia er bert 16 ára gamla stórtalentið og miðbakkurin, Damjan Mitev. Fær hann spælitíð verður talan um fyrsta A-landsdystin hjá Óla Mittún, har hann ikki er yngsti leikarin á vøllinum.

 

Hægsti leikarin hjá Norðurmakedonia er strikuleikarin, Marko Stojkovic sum er 204 sentimetrar høgur, so hann verður ikki lættur at steðga.

 

Bæði Damjan Mitev og Marko Stojkovic spæla við liðnum, RK Alkaloid sum er millum toppliðini í Norðurmakedonia. 

 

Kringvarp Føroya vísir dystin millum Føroyar og Norðurmakedonia í sjónvarpinum, og FM1 sigur beinleiðis frá dystinum. 

 

##med2##

 

Damjan Mitev er bert 16 ára gamal

Marko Stojkovic