Yngsti venjarin vann

Hóast aðrir venjarar høvdu fleiri og drúgvari royndir, so gjørdist tað Sigfríður Clementsen, sum at enda stóð við gullinum. Sjálvur legði hann tó stóran dent á, at hetta fyrst og fremst var úrslit av góðum hugburði hjá spælarunum. Og ikki minst styrkini í at hava ein venjara, sum burtur av hevur tikið sær at fysiska partinum

Gull-venjarin

Tað er einki at ivast í, at fagnaðurin var stórur í skiftirúminum hjá B36 eftir sigurin á HB. Ikki minst mundi tað kennast sum ein stórur sigur hjá bara 32 ára gamla B36-venjaranum, Sigfríður Clementsen.
Men hóast gleðina, so mátti hann ásanna, at tað ikki altíð hevur verið eins stuttligt at staðið við B36-stýrisvølin Og einaminst mundi tað vera stuttligt, tá kappingarárið var tveir dystir og 88 minuttir gamalt. Tá hevði B36 tapt fyri NSÍ, spælt málleysan javnleik móti TB, og við tveimum minuttum eftir, stóð enn á jøvnum í heimadystinum móti EB/Streymi. Ta ferðina varð innskifti Obi bjarginginarmaðurin, sum sendi bóltin í meskarnar, og tá vit nú hálvt ár seinni sita og hugleiða, ivast B36-venjarin ikki í týdninginum, sum tann sigurin hevði fyri liðið.
- Fyrst og fremst vil eg siga, at vit byrja kappingarárið ótrúliga væl, tá vit hølva Skála av við 4-2 í steypakappingini. Tann dystin taptu vit so á skrivaraborðinum, og hóast eg ikki var samdur í teirra avgerðini, so máttu vit góðtaka tað.
- Men tað sum er poengið í hesum er, at tað órógvaði fyrireikingarnar hjá okkum. Vit spæla sum so væl móti NSÍ, men vit tapa, og á Tvøroyri spæla vit málleysan javnleik, og so fara menn kanska at ivast í sær sjálvum.
- Men móti EB/Streymi reistu vit okkum. Og saman við næsta dystinum, sum var móti ÍF, so var tann dysturin grundarlag undir øllum kappingarárinum. Tá vóru hesir ótrúliga góðu bóltspælararnir, sum vit hava, nóg stórir menn til at siga, at hetta skulu vit berja okkum burturúr.

Smalir sigrar
Eitt,s um hevur eyðkent B36-liðið í ár, eru fáu málini, sum eru skotin í dystunum, har felagið hevur verið annar parturin. Størsti sigurin á árinum var 3-0 á heimavølli móti GÍ, meðan tað sera ofta hava verið sera smalir sigrar, sum eru fingnir til høldar. Hevur talan ikki verið um nógvar strævnar løtur sum venjari?
- Tað hevur verið ræðuliga strævið at sita á beinkinum. Men hinvegin hevur tú alla tíðina havt eina trúgv um, at verjuparturin er somikið sterkur. Liðið hjá okkum er bygt á tann hátt, at vit hava fingið eina sterka verju, og so arbeiða vit harfrá. Og eg má eisini siga, at teir framrættaðu spælararnir hjá okkum hava gjørt eitt sera stórt defensivt arbeiði.
- Sjálvandi kunnu fólk so siga, at ein FM-vinnari skal skora meira, men eg haldi ikki, at tú kanst siga, at B36 hevur spælt verjufótbólt. Vit hava kanska ikki havt teir typisku áleypararnar. Eg meini so við, at Allan verður tikin úr verjuni og niðan, meðan Bergur verður tikin av kantinum og inn á álopið. Sjálvandi hevur tað gjørt, at vit kanska ikki hava skotið heilt so nógv mál, sum vit hava havt møguleikar til. Men samstundis má eg siga, at teir spælarar, sum hava verið í álopinum, hava gjørt sítt arbeiði. Men hyggi eg aftur at øllum árinum, so kann eg kanska minnast einar 4-5 hálvleikir, har vit ikki hava verið spælstýrandi. Og tað gjørt tú altso ikki, um liðið hevur spælt verjufótbólt alt árið.


Fysikkurin nógv at siga
Fleiri í og kring B36 mundu helst halda, at august mánaður var um at køva FM-vónirnar hjá felagnum. Eina mest tí altjóða skráin var so strævin hesa tíðina, og tó at øll felagnum mundu fegnast, tá felagið vann seg víðari í UEFA-cup kappingini, so skerst ikki burtur, at hetta samstundis kravdi nógv av liðnum.
Vit spurdu eisini Sigfríð, hvussu hann helt hevði ávirkað liðið rætta og skeiva vegin.
- Sjálvandi vóru teir dystirnir sera strævnir, men tey úrslitini gjørdu eisini, at sjálvsálitið bleiv størri. Spælararnir finnu eina vissu fyri, at hetta liðið var nakað serligt, og til dømis haldi eg eisini, at tú sært hetta aftur í dag. At menn fara út til ein avgerandi dyst, har teir frá fyrsta bríksli leggja trýst á. Tá skalt tú hava álit á tær sjálvum. Sjálvandi koma vit so afturum, men vit reisa okkum aftur kortini, og tað haldi eg vísir, at tað býr nakað serligt í hesum liðnum. Her er vilji og vinnaramentalitetur, og tað er tað, sum hevur verið avgerandi í longdini. Tað kann væl vera, at málini hjá okkum í dag eru mistøk frá HB, men tað er eisini klassi, at tú megnar at revsa slík mistøk.

Ungur venjari
Sum spælari var Sigfríður í fleiri ár mett sum ein av teimum evnaríkastu í landinum. Og hóast hann noyddist at gevast longu í 1997 - bert 24 ára gamal - so hevði hann tá í fleiri ár givið boð um ein óvanliga vandamiklan álopsspælara.
Í dag er tað tó tilveran sum venjari, sum upptekur tíðina, og tó at hann er millum teir avgjørt yngstu av slagnum, so heldur hann ikki, at hetta hevur nervað nakað.
- Fyrst og fremst so vil eg siga, at vit hava verið tveir venjarar. Tað kann væl vera, at eg standi sum høvuðsvenjari, men Magni eigur so sanniliga sín lut í hesum. Vit eru einasta felag í landinum, sum hevur ein fysiskan venjara, og tað hevur verið sera avgerandi í ár. Vit hava snøgt sagt verið betri fyri enn mótstøðuliðini. Tað sást tú í Europa-Cup dystunum, og tað sást tú eisini í seinna hálvleiki í dag.
Men hevur tað ikki verið trupult hjá tykkum at koma inn sum venjarar, tá fleiri av spælarunum eru javngamlir og eisini eldri enn tit?
- Spælararnir hava verið positivt innstillaðir upp hetta frá byrjan av, heldur enn at síggja tað sum ein trupulleiki. Her eru fleiri spælarar, sum hava roynt meira, enn eg havi gjørt, men tær royndirnar hava alla tíðina verið nýttar positivt, soleiðis at teir hava hjálpt mær. Sum venjari í dag, so kanst tú ikki bara fara á vøllin at gera eitt ella annað. Spælararnir spyrja, hvat tú gjørt, og hví tú gert hetta.
- Fyri tíggju árum síðani kundi ein venjari kanska bara tveita ein bólt inn, og biðið spælararnir spælt. Tað kanst tú ikki gera í dag, tí spælararnir seta krøv. Tað hava spælararnir hjá B36 so absolutt eisini gjørt, men heldur enn at hesi krøv bara hava verið sett til mín, hava teir eisini kravt nógv av sær sjálvum, og tað hevur gjørt tað munandi lættari at vera venjari, staðfesti nýggi føroyameistarin at enda.