Ynskir samkyndar spælarar

Portsmouth-málverjin, David James, sum 34 ferðir hevur spælt fyri enska fótbóltslandsliðið, sigur seg harmast, at eingin í professionellum fótbólti torir at standa fram sum samkyntur. – Um ein av tíggju persónum er samkyntur, hvar eru hesir so í fótbóltinum, spyr David James í klummu sínari í The Guardian. Hann sigur eisini, at hann hevur fleiri samkyntar vinnir, og hann vónar, at hesir tora at bróta tubu-evnið kring fótbólt og homoseksualitet.