Ynskja føroyingar tað ? so samráðast vit fyri valið

? Eg haldi, at tað er ein óheppin støða, at fara undir samráðingarnar um bankamálið, meðan tit eru í valstríðið. Men ynskja tit tað, so gera vit tað, sigur Poul Nyrup Rasmussen, sum leggur afturat, at stjórnarinnar partur skal ikki liggja eftir

? Eg haldi, at tað er ein óheppin støða, at fara undir samráðingarnar um bankamálið, meðan tit eru í valstríðið. Men ynskja tit tað, so gera vit tað, sigur Poul Nyrup Rasmussen, sum leggur afturat, at stjórnarinnar partur skal ikki liggja eftir.

? Serliga støðan hjá mær í føroyskum politikki í løtuni er, at eg í Løgtinginum siti í andstøðu til landsstýrið. Tað er landsstýri, sum skal taka sær av samráðingunum um bankamálið, um skuldarspurningin og um broytingar í ríkisrættarligu viðurskiftunum. Tað er klárt, at eg sum fólkatingsmaður eri noyddur til at vísa loyalitet mótvegis landsstýrinum og móti løgtinginum. Hetta hevur ført til, at samráðingarnar tí ikki hava verið í smálutum um hesi viðurskifti, sigur Jóannes Eidesgaard, og vísir tí til tíðindaskrivið.

Jóannes Eidesgaard og Javnaðarflokkurin gjørdu greitt í valstríðnum, at flokkurin fór at nýta sína megi í fólkatinginum til at fáa hesi viðurskfti upp á pláss. Nú er flokkurin komin í eina lyklastøðu, men er nóg mikið komið burturúr?

? Vit kunnu sjálvandi hittast aftur seinni - tá allar samráðingarnar hava verið, so kunnu vit taka saman umaftur og vita, um nóg mikið er komið burtur úr, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann heldur ikki, at vit kunnu siga, at niðurstøðan av fundinum ikki er nóg konkret. Hann vísir á, at tað verður sagt, at vit skulu finna eina rættvísa loysn á bankamálinum.

? Vit hava bankafrágreiðingina upp á 2500 síður, sum kann liggja sum grundarlag fyri hesum. Eg haldi eisini, at tað hevur týdning, at vit hava fingið tilsøgn frá Poul Nyrup Rasmussen um, at hædd verður tikin fyri, hvat føroyska samfelagið klárar at bera og at afturgjaldingin ikki skal ganga út yvir vælferðina, sum vit í føroyska Javnaðarflokkinum seta serliga høgt, sigur Jóannes Eidesgaard.

? Men hvat er ein rættvís loysn á bankamálinum, hevur Poul Nyrup Rasmussen eitt boð upp á tað?

? Ja, tað havi eg, men tað fari eg ikki at siga meira um, fyrr enn samráðingarnar byrja. Og ein akseptabul loysn er ein loysn, sum báðir partar kunnu góðgtaka, sigur Poul Nyrup Rasmussen.

Og her leggur Jóannes Eidesgaard afturat, at í Føroyum hevur eitt arbeiði hesum viðvíkjandi verið í gongd, har landsstýrið hevur sett ein serfrøðingarbólk, sum er komin við nøkrum niðurstøðum, sum í løtuni eru grundarlag fyri teimum samráðingum, sum eru í landsstýrinum. Samstundis hevur løgtingið eisini sett ein bólk, sum skal fylgja við hesum samráðingum. Tað er púra greitt, at eg fari at respektera tað uppleggið, sum kemur hagani, sigur Jóannes Eidesgaard. ? Hetta uppleggið fer eisini at siga okkum, hvat vit fara at halda vera eina rættvísa og skilagóða loysn fyri føroyingar.

? Men hvussu ætlar forsætisráðharrin at loysa trupulleikan um fyrningarfreistina?

? Tað fyrsta, eg fari at gera, er at seta meg í samband við løgmannin - longu í morgin, og spyrja hann, hvussu hann metir støðuna eftir at val er skrivað út í Føroyum, sum setir okkum í eina aðra støðu, sum so aftur ger, at vit enn einaferð verða noydd at seta út fyrningarfreistina.

? Eg havi eisini gjørt mær greitt, at eitt dato skal ikki blokera eini loysn á hesum máli. Tí fari eg - og tí fer stjórnin at heita á Den Danske Bank um at útseta freistina.

Poul Nyrup Rasmussen gjørdi eisini greitt, at Den Danske Bank enn ikki hevur fingið nakra áheitan frá stjórnini um hetta, tí hevði hann ikki viðmerkingar til, hvat fólk innan bankan hava sagt um hetta málið.

? Tað er mín skylda at tosa við løgmannin um hetta málið. Er tað eitt ynski úr Føroyum, at føroyingar vilja fara undir samráðingar nú í valstríðinum, so verður tað so, hóast tað ikki er serliga lætt at hava slíkar samráðingar undir einum valstríði - men okkara lutur skal ikki liggja eftir, segði Poul Nyrup Rasmussen.