Avgerðin hjá Mentamálaráðnum at loyva danska rættindahavarafelagsskapinum Copydan AVU-Medier at virka í Føroyum, og harvið gera avtalur við stovnar um at umsita gjald fyri upphavsrætt av filmstilfari í undirvísingarvirksemi, er ikki fallin í góða jørð hjá felagnum Samskifti, ið m.a. umboðar nakrar føroyskar filmsframleiðarar.
Les eisini: Vilja tryggja gjald fyri upphavsrætt
Michael Koba, næstformaður í felagnum, førir fram, at talan er um eina broyting, ið føroyskar fyritøkur hvørki hava biðið um ella ynskja.
- Um Mentamálaráðið ella almennir stovnar undir ráðnum brúka filmar til próvtøkur, so hava tey spurt okkum, og vit hava avtalað ein prís við tey. Tað hevur virkað fínt. Men nú tykist, at Mentamálaráðið hevur ringa samvitsku, tí youtube klipp verða brúkt til skúlabrúk, men einki verður goldið fyri tey. Tað skilji eg væl, at tey ynskja at broyta, men tað skal ikki ganga út yvir okkum, sigur næstformaðurin í Samskifti, og leggur afturat.
- Tað virkar sum, at Mentamálaráðið hevur hálað eitt danskt felag niður yvir okkum, ið skal umboða okkum. Men vit eru ikki áhugað at melda okkum inn í felagið. Eingin kann tvinga okkum at vera limur, og eingin annar kann taka pengar fyri eitt verk, ið vit hava upphavsrættin til, sigur Michael Koba.
Nýggja skipanin kann eisini gerast ein fíggjarligur vansi fyri føroyskar framleiðarar. Í hoyringsskrivi í Mentamálaráðið skrivar felagið, at limaskapur í danska felagsskapinum kann skjótt gerast ein dýrur umgangur fyri føroyskar fyritøkur.
- Tað er ikki í lagi at áleggja føroyskum filmsframleiðarum eitt gjald, umvegis limaskapi í fremmandum felagi, og síðani ikki vita, um nakar møguleiki verður fyri útgjaldi. Hetta kann merkja ein meirkostnað í mun til verandi støðu, skrivar Samskifti í hoyringskrivinum.
Í hoyringskrivinum framgongur eisini, at felagið óttast, at býtislykilin hjá donsku rættindahavarafyritøkuni er til fyrimuns fyri útlendskar fyritøkur.
- Eisini er sannlíkt, at føroyskir filmsframleiðarar verða settir í eina verri støðu enn útlendskir filmsframleiðarar, tá tað kemur til at fáa pening fyri brúk av tilfari. Samskifti metir tí ikki, at ein avtala við AVU-Medier gagnar føroyskum áhugamálum, skrivar felagið.
Til ber at lesa meira um málið í Vikuskiftis-Sosialinum.