Stavanger er sum kunnugt oljubýurin burturav í Noregi, og hann dregur eisini føroyingar til sín. So mikið nógvar, at eitt føroyingafelag er sett á stovn í býnum.
Formaður er Tórður Olsen, og hann sigur, at bæði felagið sum so og føroyingar á leiðini royna at gera sína ávirkan galdandi, so Norröna fer at leggja leiðina framvið nýggju og stórt útbygdu havnini í býnum.
Risavika havn liggur heilt út móti havinum, og tískil er eingin sigling innanskers og eingin sigling inn eftir longum firðum, eins og tað er talan um, tá Norröna sigldi til Bergen.
Havnin og terminalurin er spildurnýtt og varð bygt í 2007. Ein av fyrimununum er, at plássið er gott hjá skipum at venda inni í havnini, og tað er mest sum klárt at koyra og ganga í land, so skjótt skipið hevur lagt at kai.
Tórður Olsen sigur, at hendan nýggja havnin er portrið til alt Europa, og tað er ein ørgrynna av trailarum, sum ferðast um havnina.
- Fyri okkum føroyingar, sum búgva her í økinum, hevði tað verið ein kærkomin farleið heim á klettarnar, og útrokningar vísa, at tað fer bara ein tími í siglingartíð at leggja leiðina um Risavika á veg úr Hanstholm til Føroya, sigur Tórður Olsen.
Nógvir møguleikar
Stavanger er sum nevnt oljubýurin í Noregi, og tí hevur hann eisini eina ørgrynnu av tilboðum, sum kanska ikki finnast í øðrum norskum býum.
Har eru keypsmiðdeplar og eitt nærum ótal av søvnum, um hugurin stendur til tað.
Men har finnast eisini nøkur av fremstu ferðamannamálunum í Noregi. Ikki minst Prekestolen, har fallskíggjaleyparar fyrr gjørdu sær dælt av at loypa út av. Hetta er kortini ikki loyvt, so tað verður ikki gjørt longur.
Býurin er modernaður, men eisini norðmenn hava dugað at varðveitt gamla býarpartin, eins og vit hava gamla Reyn her í Havnini.
Tórður Olsen sigur, at Norröna longu hevur lagt sína ferðaætlan fyri árið í ár, og tí verður eingin sigling upp á Risavika enn á sinni.
- Men eg havi skilt á lagnum, at leiðslan í Smyril Line umhugsar at gera ein jólatúr, har eitt legg verður gjørt inn í Risavika. Tað er kortini ikki nakað víst enn, men tað hevði verið upplagt at roynt havnina og viðurskiftini í havnini ein slíkan túr, sigur Tórður Olsen.
Vit fara í komandi bløðum at venda aftur til Stavanger og møguleikarnar at sigla upp á Noregi aftur.