Hvussu skal alivinnan síggja út um 15 ár, hvat er visjónin og hvørji langtíðarmál verða sett fyri eina føroyska alivinnu?
Hesir spurningar mugu diskuterast og langtíðarmál mugu setast, áðrenn broytingar innan eigaraviðurskifti verða gjørdir. Ein nýskapanaðarpolitikkur innan loyvistreytir verður ein av avgerandi faktorunum í samband við nýskapan í alivinnuni.
Hvat er virðið á einari føroyskari alivinnu?
Virði á einari føroyskari alivinnu eigur innan fá ár at verða fleiri ferðir størri enn samlaða virðið í fiskivinnuni. Nær útflutningsvirðið fyri alivinnuna kann fara uppum 50 milliardir, er torført at siga, men talan er um ógvuliga stór virðir í einari komandi alivinnu.
Hvørjir møguleikar eru í alivinnuni?
Í dag fevnir føroyska alivinnan í høvuðsheitum um eina laksaframleiðslu, sum brúkar um 20 km2 av føroyska sjóøkinum til aling.
Undir Føroyum liva yvir 200 fiskasløg, ymisk skeljasløg, td. hummari og krabbi, ymiskar algur og tari av ymiskum sløgum. Hetta merkir, at umhvørvið á føroyska sjóøkinum kann rúma eina sera fjølbroytta alivinnu. Hartil er føroyska sjóøkið størri enn 200.000 km2, tvs góðar 10.000 ferðir størri enn aliøki, sum verða nýtt í dag.
Tað fara at vera yvir túsund møguleikar at velja ímillum. Føroyska alivinnan troytir bert ein lítlan part av teimum møguleikum, ið eru innan aling.
Men hvat skal til fyri at vaksa munandi um virðið á einari føroyskari alivinnu.
Fólk við vitan er fortreytin fyri nýskapn og menning í alivinnuni.
Fólk við vitan og fólk við áræði er fortreytin fyri einari menning av alivinnuni. Skulu vit fáa fólk við vitan til Føroya, mugu tey trívast her og hava møguleika fyri at granska og gera royndir innan øki, sum eru viðkomandi í Føroyum.
Verða bert tveir aktørar í Føroyum og eingin aktivur loyvispolitikkur, koma hesir báðir eigararnir (føroyingar ella útlendingar) at avgera hvat er viðkomandi fyri Føroyar. Hesir eigarar hava ongan møguleika at kenna til allar møguleikarnir, sum eru innan alivinnuna, og eitt einstakt felag fer neyvan at arbeiða við nógvum ymiskum vatnlivandi djórum og plantum.
Motivatiónin hjá vitunaðarfólki at koma til Føroya at granska og gera royndir verður sera avmarkað. Uttan vitunaðarfólk verður nærum eingin nýskapan í alivinnuni.
Kapitalur
Kapitalur verður ikki fløskuhálsurin í einari vaksandi alivinnu. Er fólkið við røttu førleikum, áræði og ikki minst burðardyggum verkætlanum tilstaðar, verður ikki trupult at fáa fatur á kapitali. Hesin kann gott vera útlendskur.
Havast skal í huga, at ein stór broyting er við at fara fram innan heilivágs- og matvøruvinnuna, sum viðførir at øktur kapitalur kemur inn í matvøruvinnuna.
Hvat er trupulleikin við at broyta eigaraviðurskiftini í alivinnuni nú?
Fram til nú er tøknin at ala onnur fiskasløg enn laks ikki serliga kend í norðurhøvum, men arbeitt verður við at menna nýggja tøkni. Stórt trýst er at finna nýggj øki til at ala á, og tá um 70% av jørðini er vatn og sjógvur, er stórt fokus á at finna fram til tøkni innan aling á landi og sjógvi.
At laksaframleiðslan verður savnað hjá færri aktørum enn í dag, er sum so eingin forðing fyri menning av einari komandi alivinnu. Tað eru gott 35 ár síðani, at Fiskaaling byrjaði at arbeiða við aling av sílum og síðani laksi, og laksaframleiðslan er nú vorðin ein sokallað “standardframleiðsla”.
Trupulleikin við at broyta eigaraviðurskiftini fyri aliloyvini nú, har hædd ikki er tikin fyri einum nýskapandi loyvispolitikki, viðførir at alivinnan ikki hevur neyðugu karmarnar til at troyta allar møguleikarnar, sum fara at vera innan aling í Føroyum. Her verður serliga hugsað um nýggjar aktørar innan alivinnuna, sum ynskja at framleiða annað enn laks.
Havast skal í huga, at tað eru tey bestu loyvini, sum alararnir sita á í dag. At ala á hesum loyvum er bíligari enn at ala longri úti. Tí er neyðugt at nøkur av hesum “góðu” økjum, kunnu nýtast til at gera royndir við øðrum vatnlivandi djórum og plantum enn laksi. Skal ein nýggjur alari í gongd við at gera royndir úti á streymasjóvi, verður hetta sera dýrt og tí avmarkað, hvussu nógvar royndir fara at verða gjørdar. Nógv bíligari er at flyta eina væleydnaða framleiðslu frá einum fjørði og út á streymasjógv.
Uppskot til løgtingslóg um aling av fiski v.m. ikki rokkið.
Uppskotið til alilóg, sum liggur í Løgtinginum, hevur til endamáls at skapa karmar fyri burðardyggari menning av alivinnuni og at skapa karmar fyri, at alivinnan er kappingarfør og kastar sum mest av sær.
Uppskotið livir, eftir mínari sannføring, ikki upp til endamálsorðingina, og skapar ikki karmar fyri einari alivinnu, sum kastar mest av sær.
Tað er eingin ivi um, at komandi fimm árini fer føroyska alingin nærum bert at fevna um laks.
Høvdu vit longu nú gjørt royndir við øðrum alisløgum, tara v.m., kunnu hesi gerast vinnulig um nøkur ár. Tað eru hesi nýggju fiskasløgini v.m., sum kunnu hækka virðið á alivinnuni munandi.
Tí er tað ikki skilagott at broyta eigarastruktur, soleiðis at møguleiki er fyri, at tað bara verða tveir alarar í føroyskari alivinnu, áðrenn greið mál eru sett fyri hvussu ein alivinna skal síggja út um 15 ár, og ein ætlan er gjørd fyri, hvussu málini verða rokkin.
Janet Fríða Johannesen
Fyrrv. nevndarforkvinna í P/f Fiskaaling (í 8 ár)