Borgarstjórarnir í Sandoynni fingu fyrrapartin eingi lyfti frá BankNordik, sum teir høvdu fung við um ætlaðu skerdu upplatingartíðirnar hjá bankanum Í Sandoynni er misnøgdin so stór við, at BankNordik fer at stytta upplatingartíðina hjá deildini niður í ein dag um vikuna, at borgarstjórarnir í oynni fóru á fund við BankNordik.
Borgarstjórarnir handaðu eitt mótmælisskriv við sær. Frá bankanum fingu tey at vita, at bankin skuldi hyggja at málinum, men kundi eingi lyfti geva.
Í skrivinum vísa borgarstjórarnir á, at í Sandoynni ru nógvir eldri borgarar, ið hava tørv á at avgreiða síni peningaviðurskifti í bankanum, tí teir hava ikki teldu.
- Sandoyggin er í eini heilt serligari støðu. Vit eru avskorin frá meginøkinum í tíð og úrtíð, og ferðasambandi millumoyggha er ein forðing bæði fyri vinnulív og provatfólk...So leingi samferðslustøðan er, sum hon er, meta borgarstjórarnir í oynni avgjørt ikki, at tíðin er búgvin, at bankin fremur tær ætlanir í verki, ið hava verið frammi, skriva borgarstjórarnir m.a.