Í miðbýnum hava tey Margarinfabrikkina, í Hoyvík hava tey Klubb 188 og nú er tíðin komin til, at vesturbýurin eisini fær sítt ungdómshús.
Tað heldur í øllum førum mentanarnevndin hjá Tórshavnar Kommunu, sum mælir Tórshavnar Býráð til at samtykkja málið á býráðsfundi í kvøld.
Talan er um eina ungdómscafé, sum skal halda til í miðrúminum í Býlingshúsinum á Norðasta Horni.
Áleið 20 til 30 ung fara væntandi at taka av hesum tilboðnum.
Fyri at ungdómscaféin ikki skal órógva dagliga virksemið í Býlingshúisunm, er neyðugt við nøkrum broytingum.
Ein durur skal gerast út frá miðrúminum, har møguligt er at seta skógvarnar og heingja sær jakkan.
Dururin er mettur at kosta 60.000 krónur.
Harumframt er neyðugt at keypa spøl og teldur, sum eru mett at kosta 100.000 krónur.
Mentamálanevndin, sum hevur viðgjørt málið, mælir til at samtykkja tað.
Eisini fíggjarnevndin hjá Tórshavnar Býráð hevur viðgjørt málið.