Ynskti at royna okkurt nýtt

Tað sigur Torkil Veyhe vera eina av orsøkunum til, at hann nú hevur skift lið í Danmark.

Fleirfaldaði føroyameistarin í súkkling, Torkil Veyhe, hevur valt at skifta úr Odder CK og fer framyvir at súkkla við WeBike-CK Aarhus. Við Sosialin í dag sigur Torkil Veyhe, at hann hevði tørv á at royna nakað nýtt fyri at halda fram við at betra seg.


- Eg vildi royna nakað nýtt og hava eina broyting fyri at framhaldandi betra meg. Tað tóktist eisini sum eitt nattúrligt skifti, og eg haldi sjálvur, at hetta er rætta liðið, um eg skal halda fram við at betra meg, sigur Torkil Veyhe.


Drúgv samrøða við Torkil Veyhe er at lesa í Sosialinum í dag. Har tekur hann saman um kappingarárið, sum farið er, lýsir hvussu tað er at venja súkkling um veturin og avdúkar hvat mál hansara er fyri komandi kappingarár.