Kenda týska sjónvarpsstjørnan, Carolin Ebert, eisini kend sum Sexy Cora, kom út fyri einum óhappi, tá hon undir einari skurðviðgerð fyri størri bringu fekk hjartasteðg. Tann 23 ára gamla stjørnan úr Týsklandi doyði undir einari bringuskurðviðgerð á einari privat deild í Hamburg.
Carolin Ebert fekk hjartasteðg í 15 minuttir, men tað eydnaðist læknunum at fáa lív í hana aftur. Eftir at hava stríðst í níggju dagar og ikki latið eyguni upp, doyði hon.
Tann 23 ára gamla sovnaði friðarliga við foreldrunum og manninum við liðina hjá sær.
- Læknarnir søgdu, at hon ikki fór at klára tað. Heilaskaðin var ov stórur, segði tann 25 ára gamli einkjumaðurin, Tim Wosnitza.
Henda skurðviðgerðin var tann sætta av hesum slag, og Sexy Cora ætlaði at fara úr 70F til 70G.