Beate L. Samuelsen
Býráðslimur í Havn
???
Eykabýráðsfundurin í Tórshavnar býráð hósdagin 9. juni er fluttur aftur og fram frá einum degi til tann næsta og í einum hurlivasa av fleiri ymiskum klokkutíðum
Fyri skjótt hálvum ári síðani, vóru dagarnir fyri føstu fundirnar í Tórshavnar býráð ásettir.
Um nakað serliga átrokandi mál skal fyri býráðið, og mett verður, at ov leingi er at bíða til næsta fund, kann borgarstjórin kalla inn til eyka býráðsfund.
Tað er eisini í fínasta lagi. Eingin hevur nakað ímóti tí.
Týsdagin í hesi vikuni vóru send út boð um opnan eykabýráðsfund at fara fram mikudagin 8. juni kl. 18.15.
Trý mál vóru sett á skrá: Setan av miðfyrisitingarstjóra, byggiskrá og betran av hølum í Argja skúla og jattan um 700.000 kr. til at gera uttanumøkið liðugt við nýggja skúlan í Kongagøtu.
Nú var tað so, at mikudagurin 8. juni var sami dagur, sum fótbótbóltsdysturin millum Føroyar og Írland var settur at vera. Klokkutíðin kom tí at gerast í so knøpp, tá býráðslimir bæði skuldu á eykabý-ráðsfund, varpa dystin út og skunda sær niðan á Tórsvøll at hyggja at dystinum.
Hetta fekk ilt í onkrar av limunum.
So komu snarboð frá kommunustjóranum um telduna, at fundurin var fluttur til hósdagin 9. juni kl. 18.15.
Eftir hetta komu eini onnur snarboð í nýggjum telduposti frá kommunustjóranum, at eyka býráðsfundurin ikki skuldi verða kl. 18.15, men kl. 17.45 í staðin fyri.
Ná.
Men so kom Gud hjálpi mær aftur ein uppaftur nýggjari teldupostur frá sama avsendara, at nú skuldi fundurin verða kl. 17.00, seinni broytt til kl. 17.30 fyri aftur at verða broytt til kl. 17.00.
Eyka býráðsfundurin er ikki bara fluttur aftur og fram og tilbakar eins og leikan yo-yo óteljandi ferðir eftir tveimum døgum, men til hendan seinast ásetta fundin við klokkutíðini 17.00 (um hon ikki er broytt aftur í skrivandi løtu), er eisini fundarskráin broytt.
Í staðin fyri at snúgva seg um trý mál, er tað bert tað eina málið, sum skal viðgerast, nevniliga tað um setan av miðfyrisitingarstjóra.
At ein fundur verður fluttur, er tað eingin, ella fá, sum hava nakað ímóti.
At jonglera við so nógvum fundarboðum sum hesi, ið vit í Havn hava fingið eftir fáum tímum, er óhoyrt aðra staðni.
Men í høvuðsstaðnum í Føroyum ber alt til, folkens.
Fleiri av býráðslimun-um hava verið noyddir at broyta aðrar týdningarmiklar avtalur, ið gjørdar eru í góðari trúgv og í góðari tíð fyri at sleppa undan at renna okkum í hendingar sum hesa.
Orsøkin til allar fram- og tilbakarflytingar av eykabýráðsfundinum liggur í trupulleikanum hjá býráðssamgonguni at fáa hana fullmannaða, eftir sum hon einans telur sjey móti okkum seks, sum eru í minnilutanum.
Um ikki liggur fyri hjá øllum býráðslimum í samgonguni í Tórshavnar býráð at koma á fund, ja, so skelvir onkur í brókunum.