info
Ongi úrslit

Youth League: HB skal til Luksemborg

U19 Youth League: HB skal spæla móti FC Progres Niederkorn úr Luksemborg

Tróndur Arge
3. september 2024 kl. 11:10

Fyri fyrstu ferð er eitt føroyskt lið við í UEFA Youth League. Tað er evropiska kappingin fyri U19 lið. HB skal spæla móti FC Progres Niederkorn úr Luksemborg. Fyrri dysturin verður á Tórsvølli mikudagin 18. september, og returdysturin í Luxemburg verður spældur mikudagin 2. oktober, skrivar HB.

UEFA hevur í ár broytt UEFA Youth League kappingina, so fleiri lið og lond sleppa at luttaka. Kappingin er deild upp í tvey í undankappingini. Tey 36 liðini, sum hava vunnið seg í Champions League í vaksnmannafótbólti, fáa eitt lið við í UEFA Youth League. Hetta er tað, sum verður kallað Champions League vegurin.

Hin deildin í undankappingini eitur lokali meistaravegurin. Her fáa øll londini í UEFA eitt lið við. Tað er lokali meistarin. HB vann í Føroyum og sleppur tí at luttaka í “Domestic Champions path”, sum merkir lokali meistaravegurin.

Liðini á Champions League vegnum spæla seks dystir, meðan HB og liðini á lokala meistaravegnum spæla í undanumførum, sum vit kenna tað frá í summar, tá bestu liðini hjá KÍ, HB, B36 og Víkingi luttóku. HB er í løtuni í 1. undanumfari og tað eru trý undanumfør. Eftir vetrarsteðgin verður eitt endaspæl, har øll liðini, ið hava vunnið seg víðari, møtast. Finalan verður 28. apríl.

Verandi vinnari av kappingini er Olympiacos, meðan feløg sum Real Madrid, FC Barcelona og Cheslea hava vunnið kappingina, síðani hon byrjaði í 2013. Brasilska Flamengo vann U-20 Intercontinental Cup, sum er vinnarin av UEFA Youth League og vinnarin av U-20 CONMEBOL Libertadores.

Hetta er ikki fyrstu ferð, at føroyskir spælarar luttaka í kappingini. Brandur Hendriksson Olsen fekk sítt stóra gjøgnumbrot í kappingini, tá hann saman við FCK í 2013 millum annað vann á Real Madrid.

Myndin er ikki tøk

Í 2016 mundi Jákup Thomsen verða fyrsti føroyingur, sum skoraði í UEFA Youth League. Tað gjørdi hann í 1/16 finaluni móti Atletico Madrid. Dysturin endaði 4-4 og Jákup Thomsen skoraði til 3-3. FC Midtjyllandi og føroyski áleyparin endaðu við at tapa upp á brotsspakskapping. Heini Sørensen, sum nú spælir við Thisted FC, spældi eisini í kappingini í 2021. Hann skoraði eisini eitt mál móti turkiska Trabzonspor.

Mest lisið hesa vikuna

Maður doyði á veg umborð á Atlantsflog

14. september kl. 07:59

Leitaði eftir ein­um an­alfa­beti hjá Búskapar­ráðnum

17. september kl. 20:47

Elsebeth Mercedis harmast um at hava parkerað hjá Hans Holm

17. september kl. 23:31

14 ára gamal lat lív í ferðsluvanlukku í Klaksvík

18. september kl. 19:15

Hesi eiga Varð­an – og hesi sita nú við borð­endan

18. september kl. 12:21

Garasjan hjá Georg verður tikin niður

15. september kl. 11:45

Fleiri tíðindi

Hondbóltur

Bergsøy hevur enn fyrsta stigið til góðar

57 minuttir síðan
Tíðindi

AfD størstur – CDU rakk ikki upp um tinggáttina

1 tími síðan
Fótbóltur

ÍBV misti sigurin í yvirtíðini

1 tími síðan
Tíðindi

AfD vinnur – flokkurin hjá Merz er undir tinggáttini

1 tími síðan
Fótbóltur

Mjällby hevur bert fingið tvey stig í seks teimum seinastu dystunum

1 tími síðan
Tíðindi

Faðir og sonur heimsmeistarar

2 tímar síðan
Fótbóltur

Sandnes ULF tapti - Mattias H. Lamhauge var vrakaður hjá Strømsgodset

2 tímar síðan
Fótbóltur

Burn: EB vann søguligan sigur - H71 og Kyndil vunnu eisini sínar dystir

2 tímar síðan
Hondbóltur

SMS: EB vann annan dystin á rað

2 tímar síðan
Tíðindi

Búskapurin hjá Iran er tódnaður undir krígnum

3 tímar síðan
Tíðindi

Flokk­urin hjá Putin fær 57 pros­ent í fyrstu upp­teljingini

3 tímar síðan
Lesarabrøv

Miðlastuðulin er politiskt mál – ikki embætismannamál

3 tímar síðan