Yrkakvøld á útivølli er serlig avbjóðing

Fimta umfar í bestu fótbóltsdeildini verður í kvøld, tá ið Suðringar spæla í Havn og klaksvíkingar í Sørvági

Í hesum døgum er stutt millum umførini í Betri deildini. Fjórða umfar var í vikuskiftinum, í kvøld verður fimta umfar, og so verður aftur spælt sunnudagin, tá ið sætta umfar verður.

 

Tað eru serligar avbjóðingar at spæla yrkakvøld sammett við at spæla seinnapart sunnudag. Serliga hjá feløgunum, sum skuu spæla á útivølli.

Sum altíð so er tað serliga hjá suðuroyingum, at tað hevur avleiðingar. Suðringar skulu í kvøld spæla í Gundadali ímóti B36.

Smyril siglir av Krambatanga klokkan 11.30. Harvið ber tað ikki til hjá teimum í leguni hjá Suðringum at røkja arbeið og skúla ídag. Teir sleppa av Havnini aftur klokkan 21.15 og harvið vera teir við hús aftur stutt fyri midnátt.

 

Í hinum feløgunum verður í mesta lagi talan um hálvan arbeiðsdag.

 

Ofta verður sagt, at tað krevst eyka fokus hjá teimum, sum yrkadagar spæla á útivølli. Sammett við, tá ið tað verður spælt sunnudag, er skráin meiri pressað.

 

Í kvøld verður oyggjauppgerðin á Hólmanum á Eiði millum EB/Streym og NSÍ klokkan 19, meðan allir hinir dystirnir vera klokkan 18.

 

Í kvøld

EB/Streymur – NSÍ: Kári J. á Høvdanum kl. 19.00

Skála – HB: Alex Troleis kl. 18.00

07 Vestur – KÍ: Petur Reinert kl. 18.00

B36 – Suðringar: Rúni Gaardbo kl. 18.00

AB – Víkingur: Lars Müller kl. 18.00

 

4

4

0

0

8

1

12

NSÍ

4

3

0

1

9

3

9

EB/Streymur

4

2

1

1

6

3

7

HB

4

2

1

1

4

5

7

Skála

4

2

0

2

5

3

6

Víkingur

4

2

0

2

5

5

6

B36

4

1

1

2

6

6

4

Suðroyingar

4

1

0

3

2

9

3

AB

4

0

2

2

2

6

2

07 Vestur

4

0

1

3

3

9

1