Yrkisdreymurin livir enn

Eftir trý ár sum sáttmálaleikari í Arsenal er Ingi Højsted nú aftur í B36. Men hóast hetta kann tykjast sum eitt stig skeiva vegin, so gleðir ungi leikarin seg til aftur at spæla dystir

B36

Tað var dreingjadreymurin yvir øllum, sum rann út, tá Ingi Højsted á vári 2001 skrivaði sáttmála við enska Arsenal. Ein dreymur, sum ikki bara kollvelti lívið hjá Inga sjálvum, men sum í nógvar mátar eisini gav føroyskum fótbólti eitt spark rætta vegin, nú føroyskir leikarar kundu vinna fram til sjálvt tey mætastu feløgini.
Venjingarstøðan
ov vánalig
Fýra ár seinni er støðan tó nakað øðrvísi. Hóast sáttmálin í Arsenal varð longdur einaferð, so viðførdi eitt hav av skaðum at enda, at Ingi varð loystur úr sáttmálanum, og í ár er hann so aftur at síggja hjá barndómsfelagnum, B36.
- Sjálvandi er talan um afturstig, men út frá givnu fortreytunum, so haldi eg ikki, at eg kundi handla stórt øðrvísi. Seinastu tvey árini í Arsenal var eg skaddur helmingin av tíðini, og tá er sjálvandi trupult at betra seg. Tað var so heldur ikki nakað, sum tey í felagnum vóru so fegin um, og tí var tað mest sum náttúrligt, at eg ikki helt fram í felagnum.
- Eftir at verða loystur frá Arsenal, royndi eg at fáa sáttmála aðrastaðni. Eitt nú var møguleikin stórur, tá eg var hjá Glasgow Rangers, men at enda spurdist einki burturúr. Seinni var eg til venjingar hjá Brøndby og Nottingham Forest, men at enda ásannaði eg, at nú ráddi fyrst og fremst um at koma í venjing. Serstakliga eftir uppihaldið í Forest merkti eg, at venjingarstøðan ikki var nóg góð. Tí valdi eg fyri eina tíð at leggja yrkisdreymin á hillina, men sleptur er hann á ongan hátt. Enn eri eg bara 19 ár, so møguleikin eigur avgjørt at vera til staðar, staðfestir ungi leikarin.
Hóast talan er um vaksnamannafótbólt í Føroyum, so er Ingi passaliga erligur til at siga, at talan er um lægri støði enn tað, sum hann var vanur við í Arsenal.
- Eg skal avgjørt ikki siga, at støðið er lágt. Her eru nógvir góðir leikarar, og yvir høvur haldi eg, at støðið er rímiliga høgt. Men leikferðin er ikki heilt tann sama, sum eg havi vant meg við seinnu árini ? tá eg annars fekk spælt.
Vil hava gullið
Tá talan aftur gjørdist um heimligan fótbólt, so er Ingi skjótur at staðfesta, at tað sum so bara var B36, sum kom upp á tal.
- Sjálvandi kundi støðan verið ein onnur, um okkurt felag kom við einum ófatuliga góðum tilboði, men tað er so ikki nakað, sum eg havi hugsað um. B36 er jú barndómsfelagið hjá mær, so eg ivaðist ongantíð, um tað er tað, sum tú meinar við.
Og spurdur um vónirnar fyri komandi kappingarár heldur Ingi, at tær síggja heilt góðar út.
- Sjálvandi er mín kunnleiki til føroysku kappingina ikki heilt í toppi. Men skal eg meta eftir venjingardystunum, sum vit hava leikt, og nú eisini klaksvíkskappingini, so ivist eg ikki í, at vit skulu sikta høgt. Eg haldi í øllum førum, at vit hava verið betra liðið í stórt sæð øllum teimum dystum, sum vit hava leikt. Kanska restar eitt lítið sindur í í álopspartinum, men har hava vit nú eisini fingið styrk, og so er at vóna, at Óbi er maðurin, sum kann loysa tann partin. Í øllum førum haldi eg, at tað sær spennandi út, og sjálvur gleði eg meg eisini, nú landskappingin stendur fyri framman.
Men hóast hetta, so vil Ingi ikki siga, hvørt hann sjálvur verður partur av liðnum alt árið á tamb. Summarsteðgurin er jú tíðin, tá útlendsk feløg plaga at handla við leikarum, so tað kundi hent seg, at Ingi Højsted tá ikki longur er partur av liðnum hjá B36.
- Tað veit eg ikki. Eg havi so skrivað undir sáttmála fyri alt árið, men sjálvandi kunnu nýggir møguleikar stinga seg upp. Fyri fyrst er tað tó B36 og landskappingin, sum tað snýr seg um. Og eitt gott arbeiði her er fortreytin, fyri at nakað víðari skal henda, sigur jarðbundni leikarin at enda.