Yrkisfótbólturin hevur eisini skuggasíður

Hans Fróði Hansen er komin til ta niðurstøðu, at hann heldur vil vera partur av vanliga lívinum í Føroyum, enn at ofra familju, vinir og útbúgving uttan at hava trygd fyri, at fótbólturin fer at geva nakra serliga inntøku

Fótbóltur


Fótbóltsspælarar við nýggjum royndum eru so smátt farnir at síggjast í føroysku feløgunum. Talan er um spælarar, sum eitt tíðarskeið hava verið fulltíðar yrkisspælarar í útlendskum feløgum, men sum síðani eru komnir aftur til Føroya, har teir spæla fótbólt og arbeiða ella útbúgva seg.

Fyrsta dømið um hetta var Allan Mørkøre, sum í summar kom aftur úr ÍBV í Vestmannaoyggjunum og í HB. Har hevur hann verið seinnapartin av kappingarárinum, samstundis sum hann hevur hildið fram við pedagog útbúgvingini. Um Allan Mørkøre aftur fer av landinum ífótbóltsørindum, er ikki greitt enn.

Næsta dømið um yrkisspælara, sum so at siga stingur í sekkin í útlandinum og kemur heim aftur á klettarnar, er Hans Fróði Hansen. Hjá Hans Fróða er trupulleikin ikki, at hann ikki sleppur upp í part í Noregi. Burtursæð frá tá hann hevur verið skaddur, hevur Hans Fróði spælt so at siga hvørja ferð. Síðani hann fyri einum ári síðani fór til Sogndal IL, hevur miðverjin spælt 22 dystir, og hann hevur skorað eitt mál.

Ítróttarsosialurin bar síðsta leygardag tíðindini um, at Hans Fróði Hansen komandi kappingarár skal spæla við B68, sum hevur gjørt avtalu við Sogndal. Sáttmálin við norska felagið var annars eisini galdandi fyri komandi ár.

Á heimasíðuni hjá Sogndal IL vóru tíðindini um Hans Fróða Hansen at lesa nú mikudagin. Har stóð, at Hans Fróði fer aftur til Føroya av familju orsøkum.


Krevur nógv

Hesi seinastu árini hevur verið tosað og skrivað nógv um føroyskar fótbóltsspælarar, sum ætla sær av landinum at spæla fótbólt. Ungir dreingir hava fingið møguleikan at royndarvenja í stóru feløgunum. Nógvir hava ivaleyst dreymar um at liva av fótbóltinum.

Tað verður gjørt meiri burturúr teimum, sum tað eydnast væl hjá, at teir eftir nøkrum fáum árum kunnu tryggja seg fíggjarliga, enn tað verður gjørt burturúr teimum mongu, sum ikki fáa so mikið burturúr fótbóltinum, at tað kann brúkast til framtíðar trygging.

Hans Fróði Hansen duldi í fjør ikki fyri, at dreymurin hjá honum var at spæla í einum felag í bestu ella næstbestu deildini í Onglandi. Hann royndarvandi tvær ferðir í Onglandi og Skotlandi, og tá sáttmálin við Sogndal varð undirskrivaður fyri einum ári síðani, so var tað í teirri vón, at talan so at siga fór at verða um lopfjøl til bretskan fótbólt.

? Eg havi umhugsað støðuna gjølla. Avgerðin um at flyta aftur til Føroya er ikki tikin eftir einum degi. Men nú er hon tikin, og tað eri eg fegin um. Mínar royndir sum fulltíðar yrkisspælari eru, at hetta er eitt lív, sum krevur ógvuliga nógv av tær, bæði á ein og annan hátt, sigur Hans Fróði Hansen, og hann hevur einki ímóti at útgreina:

? Síðani vit byrjaðu beint eftir ársskiftið hava vit havt einar seks frídagar. Vit venja eina og tvær ferðir um dagin. Um tú skalt vera væl fyri, so krevur tað nógva hvíld, og tað er neyðugt við nógvari sjálvsisipælin. Tað havi eg lært nógv av.


Dreymurin er kámaður

Fótbóltslívið í Noregi hevur Hans Fróði kent soleiðis, at hann hevur verið noyddur at leggja alt í tað.

? Hjá teimum spælarunum, sum fáa so stóran ágóða burturúr, at teir kunnu tryggja seg fíggjarliga, man hetta vera at liva við. Men tað eru ikki mong feløg í Norðurlondum, har upphæddirnar eru so stórar. Í Noregi er tað bara i Rosenborg, at spælararnir vinna so mikið nógv, og mín fatan er, at tað eru heilt fá feløg í Danmark og Svøríki, har umstøðurnar eru soleiðis. Hjá teimum flestu er tað soleiðis, at teir mugu so at siga byrja av nýggjum, tá tíðarskeiðið sum fótbóltsspælari er liðugt.

? Mær dámar framvegis væl at spæla fótbólt. Avtaluna við B68 kenni eg sum stóra avbjóðing. Felagið vil kappast um FM, og eg vóni at verða ein styrkur hjá toftamonnum. Um avrikini framvegis fara at vera nóg góð til at spæla á landsliðnum, verður landsliðsvenjarin at meta um. Um dreymurin um fótbólt í útlandinum skal gerast til veruleika, so skal talan vera um eitt tilboð av tí slagnum, sum eg ikki hava sæð enn, og tað er neyvan serliga sannlíkt, at eg fari at fáa eitt sovorðið tilboð.


Annað telur eisini

Hans Fróði Hansen er 25 ára gamal, nú hann kemur aftur til Føroya við eitt ára royndum sum yrkisspælari í útlandinum:

? Eg eri fegin um, at leiðslan í Sogndal IL hevur skilt avgerðina, sum eg eri komin til. Nú gleði eg meg til at liva sum ein vanligur føroyingur, at hava familjulív og at fara undir arbeiði og kanska onkra útbúgving. Royndirnar at liva sum yrkisspælari rokni eg við fara at verða hentar. Kanska onkur av ungu monnunum, sum hava hug at royna seg sum fótbóltsspælarar í útlandinum, fara at fregnast um mínar royndir. Tað er spennandi at fara undir eina sovorna avbjóðing. Men eg haldi, at tað skal ikki ganga ov long tíð, áðrenn spurningurin, hvussu tað verður við framtíðini, verður tikin uppaftur. Tað er stuttligt at spæla fótbólt, og kanska er tað ikki so lætt at ásanna, at yrkisfótbólturin ikki er ein dansur á rósum hjá øllum. Men tað er neyðugt at síggja veruleikan í eyguni, heldur Hans Fróði Hansen.