Yrkispoppur og regndansur

Rasmus Seebach er langt frá størsta poppnavnið, sum hevur vitjað Summarfestivalin, og heimskendur er hann als ikki. Men um tær dámar mainstream popptónleik, so var hetta í góðsku á hædd við tær bestu, vit hava havt í Føroyum

Hvat gera gestir á Summarfestivalinum, táið tað oysir niður? Teir fara á konsert allíkavæl. Konsertin hjá Rasmus Seebach var væl og viriliga best vitjaða konsertin á Summarfestivalinum, og Rasmus sjálvur tyktiskt veruliga at vera yvirraskaður og takksamur, at so mong vóru komin at lurta eftir honum á Vágsbøi, sjálvt um veðrið var so ringt. Hann kom fleiri ferðir oman av pallinum, og stillaði seg í regnið beint frammanfyri áhoyrarunum. Hevði tað ikki regnað so illa, so hevði eg komið allan vegin út ímillum tykkum, segði hann. Øll vóru tó sum vera man væl fyrireikað til umstøðurnar - sum ein við síðuna av mær segði: Rasmus er tann einasti, sum ikki eru í regnklæðum.
Framførslan hjá Rasmus Seebach var fyrst og fremst væl framleidd og fyrireikað. Tónleikurin er poleraður poppur, har hvør smálutur tilvitað er settur uppá pláss. Tónleikurin verður eisini framførdur live við sama ómaki. Tílíkur framleiðslupoppur hevur ofta playback, har partur av sanginum ella tónleikinum verður spældur av eini upptøku; men tað var einki tílíkt at finna á hesari konsertini. Rasmus hevði stórt orkestur við sær, sum gjørdi tónlistarliga handverkið til lítar - sum alt annað hesa løtuna var tað toppprofessionelt. Karmarnir á pallinum vóru eisini gjørdir um. Eitt flott og annarleiðis ljósshow, sum tey sjálvi høvdu við, vísti, at einki var yvirlatið til tilvildina.
Rasmus Seebach er eitt tað størsta poppnavnið í Danmark í løtuni, og eisini í Føroyum er hann vælumtóktur. Hann gjørdi nógv burturúr at fáa áhoyrararnar at syngja við, og tað hoyrdist væl, at nógv teirra kendu sangirnar. Flestu sangirnir vóru av higartil einastu fløgu hansara; nakrir nýggir vóru tó eisini. Til kendastu sangirnir “Glad igen”, “Lidt i fem”, “Natteravn” og “Engel” var serliga gott lív í. Til hendan seinasta fekk hann eina unga gentu úr áhoyrarafjøldini at koma upp at seta seg við klaverið saman við honum. Hon var meira enn nakað annað yvirraskað og fjálturstungin, men megnaði tó heilt væl at syngja sangin.
Enntá sambandið við áhoyrararnar var handfarið á professionellan hátt. Tað, sum hann segði ímillum sangirnar var júst tað rætta til júst ta løtuna - og akkurát passaliga langt. Konsertin kundi onkuntíð vera í vanda fyri at tykjast í so framleidd og steril, men tað var bjargað av Rasmusi sjálvum - hann hevur sjarmu og fólkatokka, og dugur væl at brúka tað. Hann hevði eisini ein eldhuga, sum ongantíð tyktiskt pátikin ella framleiddur til høvið. Ektaða gleðin um at føroyingar veruliga høvdu troystað sær at koma at lurta í ótespiliga veðrinum, heldur enn at “sita heima og hyggja í sjónvarp”, sum hann sjálvur segði, tyktiskt at geva honum eitt yvirskot, sum aftur smittaði yvir á vátu áhoyrararnar. Tað ger einki um tað regnar, vit dansa bara ein regndans saman, rópti hann.
Rasmus Seebach er langt frá størsta poppnavnið, sum hevur vitjað Summarfestivalin, og heimskendur er hann als ikki. Men um tær dámar mainstream popptónleik, so var hetta í góðsku á hædd við tær bestu, vit hava havt í Føroyum. Ilt er at seta fingurin á nakað, um tú ikki ætlar tær at finnast at sjálvum tónleikaslagnum. Rasmus gjørdi alt rætt - fleiri skýrdu hetta at vera bestu poppkonsertina á Summarfestivalinum nakrantíð.


Myndatekstur:
Framførslan hjá Rasmus Seebach var fyrst og fremst væl framleidd og fyrireikað. Tónleikurin er poleraður poppur, har hvør smálutur tilvitað er settur uppá pláss

CITAT:
Ektaða gleðin um at føroyingar veruliga høvdu troystað sær at koma at lurta í ótespiliga veðrinum, tóktiskt geva honum eitt yvirskot, sum aftur smittaði yvir á vátu áhoyrararnar