Yvir 1000 vakmyndatól halda eyguni við okkum

EFTIRANSING Í Føroyum eru yvir 1000 vakmyndatól og Dátueftirlitið fær javnan umsóknir frá handlum, virkjum og fyritøkum, sum vilja seta vakmyndatól upp

- Vit fáa ein javnan streym av umsóknum frá handlum, virkjum, fyritøkum og stovnum, sum vilja seta vakmyndatól upp.
Tað sigur Janus Hentze í Stórustovu, fulltrúi á Dátueftirlitinum.
Hann sigur, at síðani tað av álvara fór at vinda upp á seg at seta vakmyndatól upp, munnu væl yvir 1000 vakmyndatól vera sett upp í handlum, virkjum, fyritøkum og stovnum.
Tað er ikki lætt at fáa eitt fullfíggjað yvirlit yvir akkurát, hvussu nógv vakmyndatól eru, tí hvørt loyvi hann umfata fleiri tól.
Men tað er heldur ikki óhugsandi, at onkur hevur sett vakmyndatól upp, uttan at hava boðað Dátueftirlitinum frá.
Annars skal Dátueftirlitið góðkenna øll vakmyndatól og tí skulu tey, sum ætla at fáa sær elektroniska eftiransing, boða Dátueftirlitinum frá.
Hóast yvir 1000 vakmyndatól eru sett upp ymsastaðni í Føroyum, heldur fulltrúin í Dátueftirlitinum ikki at føroyingar eru undir líka stórum, elektroniskum eftirlitið sum fólk í øðrum londum.
- Í Danmark og aðrastaðni standa vakmyndatól úti á alfaravegi og halda eyga við fólki, men tað hava vit ikki í Føroyum enn.
- Í Danmark er heldur ikki neyðugt at boða frá, tá ið vakmyndatól verða sett upp, men tað er ein treyt í Føroyum.
Kortini heldur hann, at hetta er nakað, sum hevur vundið rættiliga nógv upp á seg og hann heldur, at tað eru fáir handlar, kioskir, bensinstøðir, stovnar og virki, sum ikki hava vakmyndatól.

Ymsar orsøkir
Orsøkin til, at vakmyndatól verða sett upp, er fyri nógv tann mesta partin, fyri at forða fyri stuldri og herverki.
- Vanligasta orsøkin til at handlar av ymsum slagi, seta vakmyndatól upp, er tí tey siga, at tað verður so illa stolið og tí verða vakmyndatól sett upp at forða fyri tí.
Summastaðni er herverk eisini ein trupulleiki og tí er neyðugt við elektroniskari eftiransing at forða fyri tí.
- Men annars eru tað stovnar, sum hava við fólk at gera, har tað onkuntíð hendir, at viðskiftafólk gerast rættiliga ágangandi og hóttandi ímóti starvsfólki og tí vilja tey hava vakmyndatól at kunnu skjalprógva tað fyri løgregluni, gerst tað neyðugt.
Men so eru tað eisini fyritøkur av ymsum slagi, sum hava vakmyndatól fyri at tryggja raksturin, tvs. at hendir eitt brek, er skjótt at fáa yvirlit fyri, hvar brekið er.

Góðar orsøkir
Sostatt eru ymsar orsøkir til, at vakmyndatól verða sett upp.
Men Janus Hentze í Stórustovu vísir á, at tað krevur eisini eina góða grundgeving fyri at fáa loyvi at seta vakmyndatól upp.
Orsøkin skal vera saklig, sum tað eitur. Og ein saklig orsøk kann vera at forða fyri stuldri og herverki, ella ágangi á starvsfólk.
- Vakmyndatól kunnu ikki brúkast til at halda eyguni við viðskiftafólki ella starvsfólki. Vit hava havt dømi um, at handilsmaður brúkti vakmyndatólini í handlunum at sita heima og eygleiða starvsfólki og at ansa eftir, at vørur vóru á hillunum.
Klædnahandlar kunnu heldur ikki hava vakmynatól í klivunum, har fólk passa klæðir.
- Tað gongur ikki, staðfestir fulltrúin í Dátueftirlitinum.

Strangar mannagongdir
Hann vísir eisini á, at myndirnar vakmyndatólið tekur, skulu goymast á tryggum stað á teldu við loyniorði.
Samstundir skulu fastar mannagongdir gerast fyri, hvør kann sleppa at síggja myndirnar, tí tað er ólógligt at lata ein og hvønn síggja myndirnar.
Men tað er heldur ikki loyvi at hyggja at myndunum bara til stuttleika ella av berum forvitni.
- Tað er bara loyvt at hyggja at myndunum, tá ið ítøkiligur illgruni er um stuldur ella herverk, og tá ið 14 dagar eru farnir, skulu myndirnar slettast.
Tó eru serligar reglur fyri peningastovnar í sambandi við yvirgang og svik, tí teir kunnu goyma myndirnar í ein mánað.
Har vakmyndatól eru, skal tað fráboðast týðiliga og væl við skeltum. Skeltini skulu vera sjónlig, tí tað skal ikki vera nakar ivi hjá viðskiftafólkum um, at tey verða tikin upp á film.
Janus Hentze í Stórustovu sigur, at tað kann eisini henda, at privat fólk fáa sær vakmyndatól, men tey vakmyndatólini mugu setast soleiðis, at tey ikki kunnu taka myndir uttanfyri matrikkulnummarið.
- Tað er sostatt ólógligt at seta myndatól upp, sum kunnu taka myndir av alfaravegi, av húsunum hjá grannanum o.s.fr.
Fulltrúin í Dátueftirlitinum sigur, at tað er er eisini ólógligt at almannakunngera myndir, vakmyndatólið hevur tikið upp.
- Einasti myndugleiki, sum kann almannakunngera myndir, er løgreglan í sambandi við arbeiðið at uppklára stuldur ella herverk og tað er eisini komið fyri onkuntíð.

Her eru vakmyndatólini
Hetta er ein listi yvir tey støð í Føroyum, har eftiransing er við vakmyndatóli. Afturat hesum eru nøkur mál til viðgerðar í Dátueftirlitinum, sum ikki eru avgreidd enn.
Dátueftirlitið skal góðkenna øll vakmyndatól, men har siga tey, at listin er kanska ikki heilt fullfíggjaður. Ein orsøk er, at onkur kann hava sett vakmyndatól upp, uttan at hava boðað Dátueftirlitinum frá, sum tey eiga.
Tað kann eisini henda, at onkrar av hesum fyritøkum, sum hava fingið loyvi til vakmyndatól, eru hildnar uppat, ella hava tikið vakmyndatólið niður aftur.
Men tey vakmyndatól Dátueftirlitið hevur góðkent, eru á hesum støðum:

Roykstovan
Sp/f Thorfinn Nielsen
PE Skála
PE Sørvágur
Venjingarmistøð Ven
Hvannagjógv
Hondbóltsfelagið Tjaldur
Norðoyar Sparikassi
Akstovan
Várperla
EIK
Magnstøðin Saltangará
Suðuroyar Sparikassi
Klaksvíkar Svimjihøll
Sp/F INN á Norðskála
Fuglafjarðar Havn
Bakkafrost Processing, Glyvrar
Bakkafrost Harvest, Glyvrar
Faroe Pelagic, Kollafjørður
Keypssamtøkan í Klaksvík
Magn í Trongisvági
Sp/F Bellacentrum, Strendur
Klaksvíkar Havn
Vágatunnilin
Norðoyatunnilin
Mica Café í Nólsoy
Runavíkar Havn
Sp/f Finn Johannesen, Kollafjørður
BankNordik
Landsverk
P/F NEMA (Klaksvík)
Richard B. Thomsen (Tvøroyri)
Miðvágs/Sandavágs Havn
FK í Sandavági
Suðuroyar Sjúkrahús
Suðuroyar Ellis- og Røktarheim
Vága Floghavn
Sandavágs Timburhandil
Sp/F Vága Vaktarhald
Magn við Streymin
AWI Føroyar í Runavík
Rúsan í Saltangará
Rúsan í Trongisvági
Rúsan í Klaksvík
Rúsan í Miðvági
Sp/F Hans Egil Joensen á Eiði
Sp/F Vársól í Saltangará
Sp/F 2. august (handilin hjá Pidda í Fuglafirði)
Sp/F Kjartan Simonsen í Klaksvík
Sp/F Handilshøllin í Skopun
Bakaríið hjá Jórun í Klaksvík
Runavíkar Kommunuskúli
Gávubúðin Prýði á flogvøllinum
P/F Litaval
Elektron
Sp/F PE á Heykavegnum
P/F Jógvan Weihe
Kiosk Activ (J.C. Svabosgøta)
Kiosk Activ (Jónas Broncks)
Landssjúkrahúsið
P/F NEMA (Brekkutún)
TAKS – tollvaldið
Teldutænastan
Ansni
Fútastova, Gongin
Føroya Banki, Niels Finsensgøta
Brennistøðin á Hjalla
P/F NEMA (Smyrilsvegur)
Mjólkarvirkið Búnaðarmanna
Solar
Sp/F Einar Mikkelsen
Telebúðin, Niels Finsensgøta
P/F Valbjørn Dalsgarð
Magnstøðin á Frælsinum
Magnstøðin við Ringvegin
Rúsan í Havn
Sp/F Johannes Andreassen
P/F Maria Poulsen
Argja Skúli
SMS
Føroya Tele
PE í miðbýnum
Sp/F Marco Polo
Sp/F Diva
Tjaldur Apotek
Hotel Føroyar
Hotel Tórshavn
FK í Hoyvík
Hotel Hafnia
Café Natúr
Tórshavnar Havn
2 x 3 Timburhandil
Bindibúðin
The Body Shop
Kt-fyrisitingin
Sp/F Glitnir
Effostøðin í Gundadali
Suðuroyar Sparikassi í Havn

LES EISINI GREININA: Vakmyndatól hjálpa okkum at uppklára brotsverk