Eitt skriðulop hevur oyðilagt fleiri hús í einum bústaðarøki í Gjerdrum – slakar 40 kilometrar í ein landnyrðing úr Oslo. Millum 150 og 200 fólk eru flutt burtur, og fleiri eru send á sjúkrahús.
Løgreglan útilokar ikki, at fólk kunnu vera saknað.
– Vit hava ikki fult yvirlit, og talan er um eitt stórt skriðulop. Vit útiloka ikki, at fólk kunnu vera sakanð, sigur løgreglan.
Tað hava verið fleiri eftirskjálvtar, eftir at løgreglan kom á staðið.
Anders Østensen, borgarstjóri, upplýsir fyri Romerikes Blad, at tað eru yvir 100 fólk, sum er ávirkað av skiðuni.
– Vit hava fingið váttað, at skadd fólk eru send á sjúkrahús, sigur hann.
– Stór bjargingarlið eru í ølkinum nú – bæði frá løgregluni og sjálvbodnir bólkar. Tað eru bæði Sea King-bjargingartyrlur og løgreglutyrlur í luftini fyri at fáa yvirlit yvir, hvussu umfatandi skaðarnir eru.
Heimaverjan og sivilverjan eru eisini kallað saman við jarðfrøðingum, sum skulu meta um, hvørt tað er trygt at vera í økinum.
Skriðulopið hevur ført við sær, at fleiri stórir vegir í økinum eru stongdir, og sambært elfelagnum Elvia eru umleið 630 húsarhald uttan streym í býnum.
Sambært VG hevur Oslo Universitetssjúkrahús sett tilbúgving í verk.
– Vit fingu fráboðan um skriðulopið klokkan 04:31, sigur talsmaður fyri sjúkrahúsið.
Íbúgvarnir, sum eru fluttir burtur, eru fluttir á gistingarhús í økinum við bussum, skrivar Romerikes Blad.
/ritzau/NTB