Tey sum eru fyri morgunlestrinum eru nú farin upp um 1500 Nógv hava meldað seg til báðar bólkarnar á Facebook, sum eru ávikavist fyri og ímóti, at Kringvarp Føroya skal endursenda morgunlesturin.
Tey sum stuðla kravinum, at Kringvarp Føroya skal seta morgunlesturin á skránna aftur kl. 9.50 eru tó væl fleiri, enn tey sum stuðla avgerðini hjá Kringvarpi Føroya.
656 stuðla avgerðini hjá Kringvarpinum, meðan heili 1508 eru ímóti avgerðini hjá Kringvarpi Føroya. Báðir bólkarnir hava nógvar innbjóðingar ?útistandandi?, sum fólk ikki hava svarað uppá enn. Spennandi verður at fylgja tølunum næstu dagarnar.