Í Kvívík skal tað vera gott at vera barnafamilja.
Tað er orsøkin til, at tey nú eru farin undir eina risa íløgu fyri at lívga um hjá foreldrum við børnum.
Tilsamans er talan um eina íløgu upp á 22 milliónir, sum nú verða lagdar í barnafamiljurnar og tað er eitt stórt tak hjá eini kommunu, sum Kvívíkar.
I hesum sambandi er kommunan nú farin undir arbeiðið at byggja nýggjan barnastovn í bygdini, sum umfatar bæði vøggustovu, barnagarð og frítíðarskúla.
Tilsamans verður pláss fyri 100 børnum á stovninum, sum verður liðugur í vár og ætlanin er at taka hann í nýtslu í mars mánað næsta ár.
Væl fyri
Men hóast talan er um eitt ódnartak, staðfestir borgarstjórin, at talan er á ongan hátt um eina óforsvarliga íløgu, sum fer at koppa kommununi fíggjarliga.
- Kommunan skyldar onki frammanundan og tí hava vit ráð at fara undir eina íløgu, sum hesa, uttan at koma í óføri.
Av teimum 22 milliónunum, sum hesin nýggi stovnurin kostar, er ætlanin at læna 16 milliónir.
Tað er ein sløk álíkning, tí inntøkan hjá kommununi av skatti og øðrum, verður 19 milliónir og í ár.
So hóast lántøkuna til stovnin, kemur kommunan ikki upp undir lógarkravda hámarkið fyri, hvussu nógv ein kommuna kann skylda, tí tað markið er ein álíkning.
- Og ætlanin er at betala skuldina aftur upp á fimm ella seks ár, staðfestir. borgarstjórin.
Neyðug íløga
- Onkur heldur kanska, at hetta er at gera í so nógv av, heldur borgarstjórin, Dánjal Petur Müller, borgarstjóri í Kvívík.
Men hann staðfestir eisini, at eftir hansara tykki er brúk fyri eini íløgu, sum hesari, serliga tá ið hugsað verður um framtíðina.
Og hann heldur hóast alt, at tað er frægari, at stovnurin verður bygdur ímeðan Kvívíkar Kommuna enn er til, tí verður talan um kommunusamanlegging, er ikki sagt at tann samanlagda kommununa eisini er samd um, at talan er um eina neyðuga íløgu og so er tað ikki vist, at stovnurin hevði verðið bygdur.
Dánjal Petur Müller sigur, at sum støðan er í løtuni, húsast vøggustova, barnagarður og frítíðarskúli í trimum ymsum hølum og
- Í løtuni eru 70 børn í skipanini, so tað er avgjørt brúk fyri betri umstøðum, sigur hann.
Tað búgva 605 fólk í Kvívíkar kommuna, men tað búgva nógvar barnafamiljur á staðnum.
Umframt barnastovnin, hevur kommunan eisini eina útstykking í Leynum í ger til eini 25 hús.
Tað fer neyvan at standa á at sleppa av við grundstykki, tí tað eru væl fleiri umsóknir um grundstykki og tað eru eisini nógv fólk aðrastaðni frá, sum hava hug at búsetast í kommununi.