Yvir 40 suðuroyingar fingu bót - upp á ein dag

– Men støðan í Suðuroy er ikki verri enn aðrastaðni í landinum, sigur løgreglan

Seinnapartin mánadagin, og fyrrapartin í gjár, gjørdi løgreglan miðvísar ferðslukanningar ymsastaðni í Suðuroy. Flestu kanningarnar vórðu gjørdar á Tvøroyri og í Vági. Løgreglan sigur, at úrslitið var, at yvir 40 bilførarar fingu bót. Og harafturat var tað onkur einstakur, sum eisini fekk klipp í koyrikortið fyri at hava børn í bilinum utan at tey sótu í trygdarbelti.

 

Annars vórðu bøturnar skrivaðar fyri feilir av øllum handa slagi. Bilførarar, høvdu ikki koyrikortið uppi á sær, bilførarar koyrdu við uppslitnum dekkum og brostnum perum, og onkur einstakur hevði krók á bilinum, sum ikki er góðkendur at brúka í Føroyum. Onkur bilførari fekk eisini bót fyri at koyra við píkadekkum, sum vóru í ov ringum standi. Tað mugu ikki vera meiri enn 25 prosent á muni á tí dekkinum við flest píkum og tí dekkinum, sum hevur fægst píkar.

 

– Reglurnar eru, at talið á píkum á tí dekkinum, sum hevur flest píkar, má í mesta lagi vera 25 prosent størri enn tað er á tí dekkinum, sum hevur fægst píkar, sigur løgreglan.

 

Løgreglan sigur, at tað ljóðar ógvusligt at yvir 40 bilførarar fáa bót upp á so stutta tíð. Men veruleikin er, at suðuroyingar eru ikki verri enn aðrir føroyingar, tí støðan er tann sama um alt landið.  Tá ið vit gera miðvísar ferðslukanningar upp á hendan mátan, er hetta úrslitið, sama, hvar í landinum tað er, sigur løgreglan.

 

Tað frættist skjótt, tá ið løgreglan er í holt við slíkar kanningar og tey vita frá bilaverkstøðum og bensistøðum, at tá er altíð gravgangur eftir at keypa perur, sigur løgreglan. Men tey halda, at hetta er bara eitt dømi um, hvussu neyðugt tað er, at tey gera slíkar kanningar við jøvnum millumbilum, sigur løgreglan.