Yvir 47.000 deyði í jarðskjálvtanum í Turkalandi

Harði jarðskjálvtin, sum rakti Turkaland í februar, hevur kravt 47.975 mannalív.

 

Yvir 230.000 bygningar í Turkalandi vórðu lagdir í oyði í ógvusliga jarðskjálvtanum. (Arkivfoto). - Foto: Susana Vera/Reuters

Tað upplýsti leiðarin í katastrofutilbúgvingini í Turklandi sambært tíðindastovuni AP.

Harvið er talið av deyðum hægri enn higartil váttaða talið 46.000.

Tilbúgvingarleiðarin Yunus Sezer segði harumframt, at millum tey deyðu eru 6.279 útlendingar. Flestu teirra eru sýriskir ríkisborgarar.

Jarðskjálvtin 6. februar raktir 11 turkiskar landspartar og partar av grannalandinum Sýria. Sambært metingum hjá ST doyðu umleið 6000 fólk í Sýria.

Jarðskjálvtin var roknaður til 7,8 og síðani vóru fleiri eftirskjáltvar sum máldu 7,5.

Minst 230.000 bygningar í Turkalandi vórðu lagdir í oyði ella fingu stóran skaða í ógvusligu ristingunum, skrivar AP.

/ritzau/

 

 

Yvir 230.000 bygningar í Turkalandi vórðu lagdir í oyði í ógvusliga jarðskjálvtanum. (Arkivfoto). - Foto: Susana Vera/Reuters