Yvir 700 børn hava sín fyrsta skúladag í august

Tá vera 7.190 børn í fólkaskúlunum kring landið, og alsamt fleiri ganga í serflokkum. Flestu børnini, sum byrja í fyrsta flokki, fara í skúla í Klaksvík

Eftir summarferiuna byrja 703 børn í 1. flokki í skúlunum kring landið. Tað vísir ein samanteljing hjá Undirvísingarmálaráðnum.

Mánadagin 19. august fara 7.010 næmingar í skúla tilsamans, og av teimum fara sostatt 703 børn í skúla fyri fyrstu ferð.

Harumframt byrja 180 børn í teimum sjey forskúlunum kring landið og tilsamans verða tað sostatt 7.190 næmingar í fólkaskúlanum komandi skúlaár.

Tað er eitt sindur ymiskt, hvussu nógv børn byrja í 1. flokki, nøkur ár táttar tað í 770 og onnur ár hevur tað verið um 670, og sostatt er næsta ár eitt miðal ár.

Tað verður skúlastjórin á Skúlatrøð í Klaksvík, sum sleppur at taka ímóti flest nýggjum børnum næsta skúlaár, tí heili 76 børn byrja sína skúlagongd í Klaksvík í august. Á Skúlanum á Fløtum byrja 73 børn í fyrsta flokki.

Nakrir skúlar fáa ongan næming í fyrsta flokk í summar, teir eru skúlarnir í Fámjin, Kunoy, Haraldssund, Húsar/Syðradal og Skálavík-.

Tað eru í høvuðsheitum børn fødd í 2012, sum nú fara í skúla eftir summarferiuna.

Tað vóru 607 børn fødd í Føroyum í 2012, men nú sjey ár seinni eru næstan 100 børn fleiri løgd afturat, og tað eru tilflytarar.

At nógv børn flyta til til Føroya, ger at talið á børnum í skúlanum hevur verið so stórt næmingatal og útlit eru fyri at næmingatalið fer at vaksa spakuliga næstu árini, sigur Undirvísingarmálaráðið.

 

Tað eru 44 fólkaskúlar í Føroyum og teir í øllum støddum. Tríggir skúlar í landinum hava yvir 500 næmingar. Teir eru Skúlin á Fløtum, á Skúlatrøð og Eysturskúlin. 16 skúlar hava millum 100 og 500 næmingar og 25 skúlar hava færri enn 100 næmingar.

Av teimum 44 skúlunum, sum eru tilsamans, eru tríggir frískúlar og teir hava tilsamans 197 næmingar, tveir av frískúlunum hava eisini forskúla.

Seinnu árini eru tað alsamt fleiri serflokkar settir á stovn. Frá 2005 til 2016 vóru tað vanliga færri enn 30 næmingar í serflokkum, men síðan er hetta vaksið til yvir 130 næmingar sum ganga í serflokkum. Tað eru serflokkar kring alt landið, og átta skúlar hava í løtuni tilboð um serflokkar.