Yvir 700 føroyingar sæð Barbu-filmin

Nils Malmros hevur broytt endan á filminum, sum í stóran mun verður sæddur gjøgnum sjónarhorn sorinskrivarans?

 

Sunnukvøldið 28/9-97 kl 23:45 í Havn: Bæði Havnar Bio og Norðurlandahúsið vóru fullsett í dag, tá heimsfrumframførsla var av Barbaru-filminum. Sum kunnugt verður almenna frumframførslan ikki fyrr enn fríggjakvøldið - so komandi dagarnar má almenningurin bíða við tolni og lurta eftir frásøgnum frá teimum, ið longu hava sæð filmin.


Men skuffað verða fólk ikki av filminum. Nils Malmros, filmsleikstjóri hevur hildið seg neyvt til bókina hjá Jørgen Frantz Jacobsen, men hevur gjørt tvær eyðsýndar broytingar.


Fyri tað fyrsta fær sorinskrivarin ein nógv týdningarmiklari leiklut, enn hann hevur í bókini - tað er, sum um søgan verður sæð úr hansara sjónarhorni.


Onnur týðandi broyting er endin. Frá fyrstan tíð segði Nils Malmros, at hann kendi seg fríttstillaðan at broyta endan, eftirsum Jørgen-Frantz kortini ikki sjálvur hevur skrivað hann. Í bókini verður Barbara rógvin aftan á Fortunu, sum fer til Danmarkar við Andreasi. Men teir megna ikki at rógva upp Fortunu, og koma tí aftur til lands við Barbu. Hon gongur síðani tey tungu spor niðan í Nýggjustovu til mammuna, sorinskrivaraeinkjuna madam Salling.


Nils Malmros hevur ein heilt annan enda. Andreas, sum bert hevur tikið sær av løttum í Føroyum, hevur als einki skrivað av verkinum, hann varð sendur til Føroya at skriva. Men sorinskrivarin, ið er farbróðir hansara, letur honum liðugt skrivað verk, og gevur honum boð um at fara við Fortunu til Danmarkar morgunin eftir.


Barbara fær frænir av hesum, tá hon sær Fortunu fara út eftir vágni. Hon fer tá sjálv í ein bát og rør eftir Fortunu, sum er við at hvørva í mjørkanum.


Barbara hvørvir eisini í mjørkanum, og so stendur tað til fantasiin hjá hyggjaranum, hvør endin verður. Hon kemur ikki aftur til lands - og neyvan heldur til Danmarkar.


Filmurin endar við at sorinskrivarin skrivar bræv - helst til harra Pál, har hann vísir á, hvussu sorinskrivarin sjálvur gjørdist lagna Barbu - hann vildi sjálvur havt hana, men hann visti, at hann fekk hana ikki.


Fáfongd, fáfongd? endar hann brævið.


Vit hava meira um filmin seinnapartin í morgin