Í fjør vóru yvir 7000 harur skotnar í Føroyum.
Tað metir, Eyðfinn Magnussen lívfrøðingur á Fróðskaparsetrinum, við stórum áhuga fyri haruveiði.
Hann hevur sett sær fyri at skráseta, hvussu nógvar harur verða skotnar í Føroyum um árið.
Í hesum sambandi hevur hann heitt á harumenn kring landið um at boðað sær frá, hvussu nógvar harur, teir hava fingið og, hvar teir hava skotið.
Higartil hevur hann skrásett, 4095 harur, sum eru skotnar í Føroyum í fjør.
Men hann er greiður yvir, at enn manglar honum at fáa heilt nógvar fráboðanir.
- Kanska havi eg ikki fingið fráboðanir um meiri enn 2/3 av allari haruveiðini, so eftir tí vórðu einar 7500 harur skotnar í fjør.
Hann metir eisini varliga at helvtin av stovninum verður skotin, so eftir tí var harustovnurin í fjør einar 15000 harur.
Hann sigur, at tað er nógv meiri enn hann hevði væntað.
Og tá ber árið í fjør enntá orð fyri at vera eitt stak vánaligt haruár.
- Partvís var veðrið vánaligt og partvís var lítið av haru at síggja nógvastaðni, siga harumenn.
Eyðfinn Magnussen sigur, at nógvir harumenn siga, at í fjør fingu teir bara helvtin av tí, teir plagdu at fáa.
- Er hetta rætt, verða kanska 15.000 harur skotnar í Føroyum eitt miðal ár, leggur lívfrøðingurin afturat.
Hann sigur, at í bókini Villini súgdjór í útnorðri verður mett at tilsamans er harustovnurin í Føroyum einar 5000 harur.
- Men eftir teimum fráboðanum, eg havi fingið, er tað alt ov lítið, sigur Eyðfinn Magnussen.
Hann ætlar at halda fram við at skráseta úrslitini frá haruskjótingini í einar tvær vikur afturat.
Í tí sambandi vil hann ógvuliga fegin frætta frá harumonnum, sum enn ikki hava boðað frá.
Tað kunnu teir gera á Facebook, vangamyndini, sum eigur Haruskjóting í Føroyum, ella hjá lívfrøðinginum sjálvum á Fróðsskaparsetrinum.
Á leinkjuni niðanfyri sæst annars, hvørjar fráboðanir, Eyðfinn Magnussen hevur fingið higartil.
www.setur.fo/fileadmin/user_upload/NVD/EydfinnM/Harutøl/Harutoel_2012/Haruveida_2012.pdf