Yvir 800 skúlabørn standa á bíðilista

At summi børn sleppa, og onnur ikki sleppa, skeiklar samanhaldið í lokalsamfelagnum, heldur løgtingsmaður

Tað er gravgangur hjá børnum og ungum at sleppa á musikkskúlarnar kring landið og av tí sama eru bíðilistarnir langir. Tað staðfestir Hanna Jensen, landsstýriskvinna í undirvísingarmálum.

Bill Justinussen, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, sigur at bíðilistin stendst av, at Musikkskúlarnir fáa ov lítla játtan og tískil fáa teir ikki tikið fleiri næmingar inn. Og tí hevur hann spurt landsstýriskvinnuna, hvussu langur bíðilistin er eftir at sleppa inn á musikkskúlarnar kring landið.

Ein skipan, har summi børn og ung sleppa framat, og onnur ikki sleppa, skeiklar samanhaldið og javnvagin ímillum børn og ung í einum lokalsamfelagi, heldur hann. Og tí vil hann eisini hava at vita, hvat krevst fyri at øll, sum vilja, sleppa á ein musikkskúla.

Hanna Jensen sigur, at tilsamans standa 834 børn og ung á bíðilista at sleppa á musikkskúla. Hetta eru bara teir næmingar, sum kunnu byrja á musikkskúla alt fyri eitt, men tað standi fleiri børn enn tað skrivað upp til at sleppa í musikkskúla.

Eyðvitað er bíðilistin longst í Havnini, har 400 børn standa á bíðilista, í Klaksvík standa 140 børn bíðilista, í Runavík eru tað 109, sum standa á bíðilista, í Vágum er bíðilistin 100 børn, í Suðuroy standa 24 børn á bíðilista og í restini av landinum standa 61 børn á bíðilista.

Hon vísir á, játtanin frá landinum til musikkúlarnar, er góðar 14,5 milliónir, har tað mesta fer til lønir til lærarar. Hina helvtina rinda kommunurnar. Men skal játtanin hækkast, so at øll, sum vilja, sleppa í musikkskúla, skal játtanin frá landinum hækkast 5,4 milliónir, ella 19 milliónir tilsamans. Men so skal játtanin frá kommununum eisini hækkast 5,4 milliónir, men tær fáa so næmingagjaldið aftur, so játtanin hjá kommununum skal hækkast 3,9 milliónir.

Og tað er ein spurningur, hon nú fer at taka upp við kommunurnar, tí skipanin er tann, at Landið og kommunurnar rinda hvør sín part av útreiðslunum til musikkskúlan.