Fýra skúlaflokkar, sum fara at vitja javnaldrar í onkrum øðrum Norðurlandi, hava fingið tilsamans 93.000 kr. í stuðli frá Norðurlendska ráðharraráðnum. Norrøna Felagið í Føroyum umsitur stuðulin. Felagið fekk átta umsóknir í hesum umfarinum.
Næsta freist at søkja er sett til 1.november 2002. Høvuðstreytin fyri at fáa pengar er, at skúlaflokkurin er bæði gestur og vertur. Hann skal vitja ein skúlaflokk við javnaldrum í onkrum Norðurlandi, og tey skulu so koma til Føroya at búgva hjá næmingunum her. Umsóknir skulu sendast til Norrøna Felagið, J. Paturssonargøtu 24, 100 Tórshavn. Serlig umsóknarbløð verða ikki brúkt.
Flokkar í fólkaskúlanum og 1. og 2.g og 1.HF kunnu søkja.
Danska Foreningen Norden umsitur ein annan stuðul til skúlabarnaferðir, Nordplus Mini. Hann er fyri elstu flokkarnar í fólkaskúlanum. Føroyskir skúlaflokkar kunnu eisini søkja har.
Norrøna Felagið fær annars umsóknir um stuðul til mangt og hvat. Men felagið umsitur bara hendan eina studningin, tann til næmingaferðir. Umsóknir um stuðul til annað verða ikki viðgjørdar ella svaraðar.
Birgir heldur fram
Nevndin í Norrøna Felagnum hevur skipað seg eftir aðalfundin. Birgir Kruse heldur fram sum formaður, og Heðin M. Klein heldur fram sum næstformaður.
Hini í nevndini eru Bárður Jákupsson, Hallstein Sigurðsson og Jorun Simonsen.
Nordjobb ongan áhuga
Tíverri er áhugin fyri Nordjobb ikki so stórur í Føroyum. Men áhugin at koma til Føroya at vera nordjobbari, hann er stórur. 75 hava søkt, men í Føroyum eru bara tíggju pláss. Og tíggju fólk hava longu fingið arbeiði og innivist í summar. Kanska koma nøkur fá afturat.
Men Nordjobb er eisini fyri ungar føroyingar millum 18 og 26 ár. Og tað er spell, at føroyingar ikki brúka hendan møguleikan at arbeiða í einum øðrum landi í eitt stutt skifti. Tað er bæði spennandi og læruríkt, sigur Norrøna felagið.
Nordjobb hevur eina heimasíðu www.Nordjobb.net. Har eru allar upplýsingar og umsóknarblað.