Magni Joensen, lærari í Fuglafirði var leygardagin úti og spældi við børnunum uppi í Sevdalsvegi í Fuglafirði. Tað var av besta kavaveðri at byggja kavahús, leypa skalv og børnini hugnaðu sær rættiliga. Eisini børnini hjá grannanum, sum misti húsini, tríggjar gentur, sá Magni spæla í kavanum. Hann hevði tikið myndir av børnunum og var farin inn. Tá brádliga kemur sonurin inn og sigur, at bilurin hjá grannanum er farin avstað.
Og tá ið Magni so kemur út aftur, sær hann, hvussu standurin er uttanfyri. Hann fær konuna at boða Alarminum frá beinanvegin, hetta var klokkan 14.53.
Spenti einar
80 metrar
Skalvurin var komin oman millum húsini, og Magni metir leysliga, at hann spenti einar 75?80 metrar. Húsini hjá grannanum vóru ikki at kenna aftur, og hann sá ongar gentur spæla úti.
? Tá kom konan í grannahúsunum út at boðað frá, at maðurin lá fastur og tørvaði hjálp, og eisini bað hon meg hjálpa sær at finna genturnar, og tá fekk hon eyga á eina og gróv hana undan kavanum.
? Og tíbetur hevði hon nakrar minuttir undan skalvinum tikið yngstu dóttrina, sum lá í barnavogninum uttanfyri, inn, og tann triðja var so komin sjálv inn, greiður Magni frá.
Myrkt í Toftabønum
Uppi í Sevdali er nýggjur býlingur og trupulleikar hava ongantíð verið av skalvi áður. Einaferð í 60-árunum leyp skalvur oman fyri Havsbrún, tá eini hús fóru.
? Meiri enn eitt hundrað fólk vil eg meta, eru farin úr húsunum í ovaru býlingunum í Fuglafirði, og eg veit ikki nær vit flyta inn aftur, men tað verður rátt frá at gera tað sum veðrið er nú, sigur Magni.
? Í gjárkvøldið legði eg merki til, at tað var myrkt í øllum Toftabønum. Ein sera óhugnalig mynd eftir eina skakandi hending, sigur Magni Joensen sum blaðið hevði í telefonini mánadagin.