Yvirfriðingarnevndin: Eigur at fáa frið fyri ferðafólki

Yvirfriðingarnevndin sigur, at eitt tað fremsta ferðamálið hjá ferðafólki í Føroyum, eigur at at fáa frið

Yvirfriðingarnevndin hevur heitt á Landsstýrið um at friða lundalandið í Mykinesi

Tey nógvu ferðafólkini, sum fara gjøgnum lundalandið í Lamba og út í Mykineshólm, órógvar lundan. Tað staðfestir yvirfriðingarnevndin, sigur Umhvørvisstovan í eini fráboðan í dag. Nevndin sigur, at hetta er ein vaksandi trupulleiki, sum tað er neyðugt at taka í álvara, serliga nú lundin hevur verið fyri munandi afturgongd.

 

– Fuglurin eigur at fáa frið í bútíðini, og tískil eigur eingin, ella minst møgulig gongd, at vera gjøgnum lundalandið hesa tíðina, sigur Yvirfriðingarnevndin. Nevndin hevur somuleiðis heitt á Helga Abrahamsen, landsstýrismann í Umhvørvis- og vinnumálum um at friða Lamba og Dalin í Mykinesi. 

 

– Friðingin eigur at hava ásetingar um, hvussu nógv fólk kunnu ganga gjøgnum økið og hvørjar tíðir av samdøgrinum. Harumframt mælir yvirfriðingarnevndin seta eftirlit í verk við ferðsluni gjøgnum økið.

Annars hava mykinesfólk tikið avgerð um, at í ár verður ongin gongd gjøgnum Lamba, nú Landsverk hevur boðað frá, at nýggj brúgv út í Mykineshólm verður gjørd í summar. Ferðafólk sleppa tí einans út á Rógvu, haðani gott útsýni er yvir lundalandið og Mykineshólm, sigur Umhvørvisstovan.

 

Í fjør fekk yvirfriðingarnevndin áheitan frá fýra stovnum og myndugleikum um at friða øki. Tað vóru Umhvørvisstovan, Visit Faroe Islands, Tjóðsavnið og Havstovan, sum sendu áheitanina. Yvirfriðingarnevndin er samd í hesum og mælir til at friða økið.

 

Hon metir tað vera neyðugt at seta tiltøk í verk, ið verja lundan í bútíðini. Nevndin leggur dent á, at verndartiltøk skulu byggja á náttúruvísindaliga vitan, samstundis sum atlit verða tikin at áhuganum fyri at vitja økið, og at friðingartiltøk skulu ásetast í samstarvi við eigararnar av jørðini, sigur Umhvørvisstovan.

 

Yvirfriðingarnevndin hevur heitt á Landsstýrið um at friða lundalandið í Mykinesi