Yvirgangur og yvirvald ? yvirhøvur

Unga Tjóðveldið fordømir álopini á USA.

 

Landsnevnd Unga Tjóðveldisins

Jóannes Vitalis, Jógvan Jacobsen, Jógvan Philbrow, Katrin Bech og Rúni Nielsen.


Unga Tjóðveldið fordømir álopini á USA. Hesi kensluleysu álop á vanlig fólk vísa heilt greitt, hvussu vandamikil skipaður yvirgangur er. Uttan iva hava hesi álop broytt valdsjavnvágina í heiminum. Í øllum londum við veruligum fólkaræði verða tílík mál tikin við stórsta álvara. Tey verða beinanvegin viðgjørd á hægsta stigi, og síðan er vanligt, at lívligt alment kjak er um, hvussu rættast er at bera seg at. Men um hugt verður at, hvussu hesi mál verða viðgjørd í heimastýrinum, sæst týðiliga, at veruligt fólkaræði ikki virkar í Føroyum: okkara rødd verður ongastaðni hoyrd ella vird, tjóðin hevur eingi rættindi og eingin almenn viðgerð er ? yvirhøvur. Rættartrygd okkara er sostatt ikki petti frægari enn í londum uttan fólkaræði.

Amerikanska fólkið hev-ur okkara fullu samkenslu eftir herviligu yvirgangsatsøknirnar 11. september 2001. Álopini á USA eru framd í blindum hatri. Illgerðafólkini aftanfyri meiningsleysa hópmorðið eru grundleggjandi sjúk. Talan er um nøkur fólk, sum tvørtur um landamørk hava mannað ein bólk, ið einans hevur sum endamál at fremja skipaðan yvirgang. Hesi fólk brúka víðgongar átrúnarligar tulkingar til tess at rættvísgera sínar brotsgerðir. Líkt er til, at høvuðsætlan teirra er at fáa kríggj í lag millum vesturlendska og muslimska heimin. Sostatt er heimsfriðurin í veruligum vanda, tí eydnast ætlan teirra er 3. heimsbardagi byrjaður, ið fer at fáa ræðuligar fylgjur fyri okkum øll.


Lat okkum ikki leggja ilt afturat illum

Søgan lærir okkum, at harðskapur sjáldan elvir til nakað gott, og tí er tað týdningarmikið, at USA ikki leypur framav í berum snarsinni. At gjørt hetta hevði bara elvt til meira harðskap, tí hevnd elvir til nýggja hevnissøku, og við hesum fáa brotsmenninir júst tað teir vilja hava ? kríggj. Rættasta loysnin er, at allar heimsins tjóðir, ið virka fyri friði og fólkaræði, í felag arbeiða fyri at fáa hendur á brotsmonnum, og seta teir frammanfyri ein altjóða dómstól. Her skuldu Sameindu Tjóðir (ST) sloppið at staðið sína roynd, soleiðis at eingin tjóð einsamøll trein fram á pallin og spældi heimsins løgregla. Eisini eigur altjóða samfelagið í størri mun at byrgja fyri, at tílíkur harðskapur fær gróðrarlíkindi. Og hetta verður ikki gjørt við kúlum og kanónum.


Okkara lutur í heiminum

Øll hava vit ábyrgdina fyri heiminum, vit búgva í. Heimsfriðurin er treytaður av, at allar heimsins tjóðir miðvíst arbeiða fyri at fáa umstøðurnar hjá fólki í rætt lag. Saman eiga vit at tryggja, at eingin tílíkur hatur fær gróðrarlíkindi. Føroya fólk eigur miðvíst at stríðast fyri frælsi og fólkaræði. Eisini skal tjóðin taka ein virknan leiklut í tilbúgvingum, ið hava til endamáls at basa skipaðum yvirgangi.


Heimastýrið - eitt kustaskáp hjá yvirvaldinum

Tá hugt verður at, hvussu okkara viðurskiftir í løtuni eru skipaði í heimastýrinum, sær ikki tespiligt út. Fólkið hevur hvørki ávirkan á ella innlit í, hvussu okkara uttanríkis- og trygdarpolitisku mál verða viðgjørd. Tjóðin hevur einki umboð millum heimsins tjóðir, føroyska røddin verður ongastaðni hoyrd og Føroya fólk hevur onga ávirkan - nakrastaðni. Yvirvaldið hevur, uttan at spyrja nakran eftir, tikið sær rættin at umboða føroysku tjóðina.

Hetta er grundleggjandi í stríð við fólkaræði. Føroya fólk hevur ikki valt hesi umboð, tey skilja enn ikki føroyska málið, hava onki innlit í okkara mentan og eru tískil ikki skikkaði at umboða føroyska tjóðina. Ríkisumboðið situr sum ein annar talibanur og dikterar ríkisins vegna í hesum málum. Og hetta er ikki at spæla við. Óhugnaligt er at síggja, hvussu yvirvaldið hevur tíggjað sær í eitt nú Thule-málinum ? uttan at standa nøkrum til svars. Hetta er enn eitt syrgiligt dømi um, at heimastýrini bæði ikki eru annað enn eitt kustaskáp, sum yvirvaldið ? av og á ? brúkar til tess, at spæla heimsveldi.


Mannagongdir í heiminum

Flestu heimsins tjóðir hava ásettar reglur, ið nágreiniliga lýsa, hvørjar mannagongdir skulu fylgjast, tá altjóða kreppur kykna upp. Oftast er mannagongdin tann, at eitt kreppuráð við hægstu politisku og herðnaðarligu umboðunum beinanvegin verður savnað. Málið verður viðgjørt og tilbúgvingarætlanir settar í verk. Í nógvum førum verður trygdarstøðið hækkað. Eftir hetta verður fólkið kunnað. Síðan er vanligt, at lívligt alment kjak er. Fjølmiðlar, politiskir flokkar, áhugabólkar og onnur taka lut í orðaskiftinum. Prátið á gøtuni fellur oftani eisini á hetta sama.


Munnkurv í heimastýrinum

Tá hugt verður at, hvørja viðgerð og umtalu álopini á USA 11. september hava fingið í heimastýrinum, má ásannast, at lítið bendir á, at okkara fólkaræði stendur í besta blóma. Ríkisumboðið hevur, sum Bispur á sinni, fingið munnkurv frá stjórnini og føroyski almenningurin verður sostatt als ikki kunnaður um nakað. Gamaní hevur Landsstýrið roynt at sýna góðan atburð við at lýsa almennan sorgardag sjálvan 14. Eisini hevur Løgmaður, sum frægast, roynt at greitt frá, hvønn leiklut tjóðin eigur at átaka sær í tílíkum kreppum. Tó má ásannast, at eisini hansara leiklutur undir verandi skipan er ógvuliga avmarkaður.

Síðan hevur ræðandi lítið verið at frætta. Eingin politiskur flokkur hevur boða frá sínari støðu til málið, eiheldur hava nógvir áhugabólkar gjørt vart við seg. Fáir serfrøðingar hava gjørt viðmerkingar, og viðgerðin av kreppuni, á einum kritiskum støði, hevur verið ógvuliga soltin. Og einki alment orðaskifti hevur verið yvirhøvur. Heldur ikki hava fólk sýnt málinum serliga stóran áhuga.


Okkara ábyrgd

Tað má sigast, at yvirgangsatsøknirnar á USA 11. september hava sett djúp spor. Nógv bendir á, at kreppan fer at vara leingi og fáa rættiliga umfatandi fylgjur. Vónandi fer eitt miðvíst samhaldsfesti millum heimsins tjóðar at hava við sær, at yvirgangsmenninir verða settir framman fyri ein altjóða dómstól. Og hesum eiga føroyingar eisini at virka fyri. Føroya fólk eiga at taka ein virknan leiklut í strembanini fyri frælsi og fólkaræði. Føroyska tjóðin kann ikki duffa sær í heimastýrinum. Vit skulu kennast við okkara rættindi og skyldur ? bæði heima og úti í heimi.