Yvirgangur steðgar ikki Team Rynkeby

Dagin eftir at franska tjóðin enn einaferð er rakt av einum ræðuligum yvirgangsálopi, hesaferð í suðurfranska býnum Nice, eru føroysku og donsku súkklararnir í Team Rynkeby staddir norðanfyri franska høvuðsstaðin Paris.


Hóast tey eru fleiri hundraðtals kilometrar burtur frá sjálvum álopinum, so ávirkar ein slík hending sjálvsagt alla tjóðina, og franskir myndugleikar hava eisini lýst landasorg í tríggjar dagar.


Donsku fyrireikararnir av Team Rynkeby upplýsa á síni heimasíðu, at tey hava verið í dialog við fronsku løgregluna um støðuna, og avgjørt er at halda fram.


- Tað var við ræðslu og djúpari sorg, at vit í morgun hoyrdu tíðindini um ræðuliga álopið í Nice. Okkara tankar eru hjá familjunum hjá teimum deyðu og teimum menniskjum, ið upplivdu hesa ræðuligu hending, sigur Carl Erik Dalbøge, leiðari fyri Team Rynkeby grunnin, og leggur afturat.


- Team Rynkeby grunnurin er í dialog við franskar myndugleikar, og vit fylgja gongdina viðvíkjandi okkara innkomu til Paris í morgin. Vit fara at eftirlíka teimum boðum, ið franskir myndugleikar møguliga hava, men innkoman til Paris verður sum ætlað.