29 ára gamli Símun Joensen er føddur og uppvaksin í Klaksvík. Hann hevur tvey yngri systkin. Karsten er 24 og Ragnhild er 20. Hvørgin teirra spælir fótbólt, men beiggin spælir flogbólt við Mjølnir. Fótbóltur liggur eiheldur nær at familjuni, og orsøkin til, at Símun fór at spæla fótbólt, var, at vinmenn hansara gjørdu tað. Vinmenn so sum Hjalgrím Elttør, Atli Danielsen og Kristian á Lakjuni.
– Vit hava trýst hvønn annan í ein annan mun enn familjan hevur gjørt tað, tí eingin í familjuni spældi. Djúpumýra var mítt spælipláss. Klaksvíkin var ikki størri enn so, at vøllurin var mitt í býnum og har savnaðust vit. Tað var ikki sum vit kenna tað í dag við øllum hesum smærri vallunum, sigur Símun og hyggur út ígjøgnum vindeygað í íbúðini í vesturbýnum í Havn, har útsýnið er heilt einastandandi.
Hann trívir í ein serstakan kikara, sum pápi hansara, ið hevur siglt víða kring heimin, hevur keypt honum í Santander, Spania. Hann kikar langt út á fjørðin, har hann fær Norðlýsið í eygsjón henda vakra morgunin.
Verið víða um
Tað, at kika langt, hevur Símun ofta gjørt áður. Honum dámar væl at taka alt upp við rót, eins og hann gjørdi tá ið hann fór úr Klaksvík til Havnar. Eitt nú hevur hann verið einsumallur føroyingur á pílagrímsferð úr Suðurfraklandi til Vesturspania. Tá gekk hann 774km í 32 dagar. Sum tannáringur búði hann eisini í Amerika hjá einari AFS-familju. Har búði hann hin 11. septembur 2001, tá ið sorgarleikurin kastaði eitt svart skýggj um allan heimin við yvirgangsatsóknunum á World Trade Center í New York. Sjálvur búði hann langt burturi frá hendingini, nevniliga í statinum Wiscounsin, men hetta var eitt hart slag fyri alt Amerika og hendingina gloymir hann ongantíð.
– Eg var í skúla um 9-tíðina um morgunin. Tað var fríkorter, og eg hoyrdi tveir dreingir tosa um, at eitt flogfar hevði rakt eitt háhús í New York. Eg spurdi ikki meiri um tað, og eg hugsaði at talan var um eitt lítið flogfar og at einki stórvegis var hent, greiðir Símun frá, áðrenn søgan av álvara byrjar.
– So komu vit í tíma aftur. Eg kom gangandi inn í flokkin, og sjónvarpið var tendrað. Tað valdaði tøgn og øll fataðu, at okkurt ræðuligt var hent. Lærarin greiddi síðani frá, at eitt flogfar hevði rent á. Samstundis sum hann stendur har og tosar, síggja vit beinleiðis í sjónvarpinum, at eitt flogfar rakar afturat, sigur Símun, sum síðani varð nærmast búraður inni í skúlanum undir stranga eftirlitinum í Amerika.
– Øll skuldu verða verandi í skúlanum. Alt var so kontrollerað og strangt. Vit vóru har í seks tímar aftaná alt var hent, og høvdu tá fingið at vitað, at eitt flogfar eisini var dottið niður við Pentagon, fortelur Símun.
Vegna stóra tíðarmunin á Amerika og Føroyum var klokkan farin at nærkast midnátt í Føroyum, áðrenn hann slapp til húsa at ringja heima til Føroya at fortelja familjuni, at hann hevði tað gott.
Hann kom sjálvur at merkja nógv øktu trygdina á flogvallunum stutt eftir.
– Mánaðin eftir skuldi eg flúgva til Slovenia, har eg skuldi á uppgávu við U19-landsliðnum. Tá sá eg reaktiónina hjá myndigleikunum. Eg kom einsamallur á flogvøllin, hevði tasku á rygginum og var útlendingur. Eg bleiv steðgaður heilar tríggjar ferðir fyri at verða kannaður, greiðir Símun frá og vísir eisini á, at tá ið hann seinni hetta sama árið skuldi til Florida at halda jól, skuldu øll úr skónum á flogvøllinum. Hetta kom eftir at ein maður stutt frammanundan hevði havt speingievni krógvað í skónum.
Spælstýrari á miðvøllinum
Símun Joensen hevur spælt við KÍ øll síni ungdómsár og bróðurpartin av hansara vaksnu lívsleið. Í dag kenna vit hann sum ein fastur fúsur á vinstra bakki, men hetta er nýliga íkomið hjá honum. Hann hevur nevniliga spælt á miðvøllinum sum yngri. Vit biðja hann lýsa seg sjálvan sum fótbóltsleikara fyrr.
– Eg var liðskipari á U18-landsliðnum, spældi mitt á miðjuni og var ein arbeiðshestur. Eg rann nógv og stríddist øgiligt. Eg fekk nógv gul kort, gjørdi harðar takklingar og hevði eina skrúvu leysa, um eg sjálvur skal siga tað. Eg hevði gott yvirblikk og havi lagt upp til nógv mál, sigur Símun og vísir á stikningar, sum honum dámdi væl at senda avstað til tann kvika Hjalgrím Elttør.
Hann var ein spælstýrari á miðjuni og var sum yngri væl vaksin í mun til hinar. Hann stóð einki aftanfyri hinar á tekniska økinum.
– Men tað geri eg kanska nú, flennur Símun.
– Luftstyrkin og renniorkan er mín styrki nú, sigur hann.
Sanniliga hevur hann renniorku. Tað hevur hann prógvað aðrastaðni enn á fótbóltsvøllinum. Hann er nevniliga gamal FM-vinnari á bæði 5km- og 10km-teinunum.
Til Havnar og B36
Kappingarárið 2008 var ikki nakað minniligt ár hjá Símuni. Hann varð raktur av einum drúgvum skaða og valdi at fara til skips. Hann sigldi fýra túrar við Skálabergi frá á sumri 2008 og eitt ár fram. Komin í land aftur var hann sloppin av við skaðan, men tá tók hann eina avgerð, sum broytti nógv. Hann søkti inn á Føroya Læraraskúla í Havn, og hann slapp inn. Fyrsta árið búði hann í Klaksvík og ferðaðist nógv við bili aftur og fram, men hetta gjørdist honum stríggið og hann hevði hugsanir um at búseta seg í Havn. Tá kom B36 inn í myndina.
Hann hitti eitt umboð fyri B36 og spurdi seg fyri, men hann vildi ikki krevja nakað serligt afturfyri. Alt, hann hugsaði um, var, at tað vegna lesnaðin var lættari at búgva í Havn. Síðani gekk tað skjótt, og Símun skrivaði undir sáttmála við B36 stutt aftaná.
Hann fekk sítt debut fyri B36 hin 27. mars 2010, tá ið hann varð innskiftur tíðliga í seinna hálvleiki í 1-0-sigrinum á HB í steypakappingini. Tað skuldi ganga heili átta dystir áðrenn Símun fekk sítt fyrsta tap í B36-troyggjuni.
Happaður av KÍ-arum
Longu næsta árið Símun spældi við B36, gjørdist hann føroyameistari við metnógvum stigum og er tað hansara størsta ítróttarliga uppliving. Tá dámdi honum væl at minna sínar vinmenn í heimbýnum á, hvør júst var blivin meistari. Tað mátti hann gjalda fyri í fjør, tá ið KÍ var frammanfyri B36.
– Eg tordi ikki norður ta tíðina, tá ið teir høvdu 30 stig. Eg fekk nógv sms tað kvøldið, teir løgdu seg á odda í Effodeildini. Men tað dámar mær væl, eg gjørdi tað jú eisini sjálvur í fjør, skemtar Símun.
Í Klaksvík ganga tey helst upp í fótbóltin meiri enn tey flestu, og stundum fáa leikarar prik, tá ið teir fara úr felagnum. Símun kennir seg tó bara væl viðfarnan av bygdafólki sínum.
– Tá ið eg hevði skrivað undir við B36, var tað eingin øvund mótvegis mær úr Klaksvík. Kenslurnar kóka ofta tá ið tað kemur til fótbólt í Klaksvík, men eg slapp undan. Øll skiltu tað, nú eg las í Havn, sigur Símun.
Stórtrívist í Havnini
Símun hevur nú búsett seg í Havnini saman við unnustuni, Elsu Wraae. Hon eigur fimm ára gomlu Sophiliu, og sum familja stórtrívast tey í høvuðsstaðnum. Sophiliu dámar væl at vera við Símuni í Klaksvík á vitjan hjá foreldrum hansara.
Tað er í grundini líka við, at hann kallar seg havnamann, men tá er hann skjótur at rætta seg sjálvur.
– Nei, klaksvíkingur í Havn. Tað eri eg í øllum førum. Í byrjanini var eg nógv í Klaksvík, men nú eri eg sjáldan har norðuri eftir mínum mátistokki. Tað man vera tí eg trívist væl í Havn. Tað kanst tú skriva, heilt ótrúliga væl! Í grundini eri eg ovfarin av hvussu væl eg trívist og eg eri ordiliga fallin til, sigur Símun og fegnast um, at hann hevur nógv vinfólk í Havn. Eitt nú hevur hann kent Heina í Skorini í nógv ár og eru damurnar hjá teimum báðum eisini góðar vinkonur.
– Tað eru eisini nógvir klaksvíkingar, sum búgva í Havn. Eg hitti tey á læraskúlanum, í B36 og frá øðrum við. Í løtuni arbeiði eg í einum frítíðarskúla og eg hitti dagliga nógv fólk. Tá ið tú spælir við B36, so er tað altíð eitt evni at tosa um, sigur Símun.
Fastur vinstri bakkur
Sum nevnt, so er Símun Joensen ikki gamal í garði á vinstra bakki, men heldur ein frávaksin miðvallari. Hann hevði ikki spælt fótbólt regluliga í úti við eitt ár, tá ið hann á fyrsta sinni fekk møguleikan í B36.
Tú kemur til Havnar at arbeiða teg inn á besta liðið í einum stórum felagi. Tú var nærmast ein tilvildarligur klaksvíkingur, hevði hvørki meistaraheiti ella eitt stórt navn at peika á. Hvørjar styrkir heldur tú sjálvur tú komst við, soleiðis at tú nú brádliga er fastur maður á meistaraliðnum?
– Kanska tí at eg ikki síggi meg sjálvan sum ein tilvildarligan klaksvíking, svarar hann næstan illsliga – tó flennandi.
– Eg vildi gjarna royna kreftir í Havn. Eg møtti bara upp, fekk eitt pláss í skiftirúminum, klæðir at venja í og so royndi meg bara. Teir manglaðu ein á vinstra bakki og eg vildi gjarna royna tað og venja meg við tað. Tað var eitt nýtt pláss fyri meg, hóast eg hevði roynt meg eitt sindur har áðrenn. Tað gekk ikki so væl fyrsta árið. Eg fekk tvær fipurspreingingar, men eg kom fyri meg aftur. Og kappingarárið 2011 var, ja. Símun hevur ikki orð at seta á tað.
Seinasta kappingarár gekk ikki eins væl hjá Símuni og B36, sum endaðu á einum 6. plássi í Effodeildini.
Tað er greitt, at Símun Joensen aftur í ár spælir við B36.
- - -
Símun Joensen
Føddur: 12. juli 1983
Bústaður: Tórshavn
Starv: Læraralesandi
Feløg:
2000-09: KÍ
2010- B36
Landsdystir:
U17 (12)
U19 (5)