Yvirhøvur góður prísur

Eitt línuskip, tvey garnaskip og tveir trolbátar áttu meginpartin av tí, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag. Tilsamans var talan um knappliga 66 tons, og ein lítil helvt var toskur og hýsa.

Hýsan heldur prísin hampiliga væl. Í dag fór hýsa II fyri 14,01 krónur í meðal, og meðalprísurin á hýsu III var 12,29 krónur. Harafturímóti er toskaprísurin víkjandi. Toskur III fekk í dag meðalprísin 14,53 krónur og toskur IV 12,29 krónur.

Nakað var av longu, eini fimm tons, og tað mesta fór fyri góðar 14 krónur fyri kilo.

Umleið 14 tons vóru av svartkalva, og hann fór fyri 34,76 krónur fyri kilo. Av havtasku vóru góð 11 tons, og meðalprísurin var góðar 36 krónur.

Tey knappliga 66 tonsini, sum Fiskamarknaðurin seldi í dag, fóru fyri góðar 1,4 millión krónur.