Leikaraummæli
Jóhann Danielsen, StÍF
Nýtti teir báðar dystirnar til at staðfesta støðu sína sum fremsti málverjin á landsliðnum.
Hevði serliga í byrjanini trupulleikar av hørðu skotunum, men hekk hetta eisini saman við, at føroyska verjan ikki fekk fatur á so nógvum. Endaði tó væl, og seinna hálvleik av seinna dystinum mundi hann vera besti føroyingurin á vøllinum.
Bárður Nielsen, VÍF
Eftir at hava verið uttan fyri hópin í fyrra dystinum, slapp Bárður at verja málið frá byrjan í seinna dystinum. Hann hevði tó eins og hinir málverjarnir trupulleikar av at koma inn í dystin, og hevði ikki fingið fatur í rætta endanum, áðrenn hann varð skiftur út.
Jens Skipagøta, Kyndil
Slapp inn at verja føroyska málið í seinna hálvleiki í fyrra dystinum. Kom tó ongantíð inn í dystin, og slapp tí ikki rættiliga at seta sítt merki á. Fer framyvir saman við Bárði at stríðast um heitið sum annar málverji.
Martin Hummeland, VÍF
Var bert við í fyrra dystinum, og avrik hansara í hesum má sigast at vera heldur misjavnt. Tóktist at hava trupulleikar av at finna stevið í fyrra hálvleiki, men eksploderaði so brádliga í seinna.
Nóg mikið til framhaldandi úttøku var tað tó ikki í hesum føri, men einki er at ivast í, at Martin eisini framyvir verður partur av føroyska hópinum.
Halgir Dahl Olesen, H71
Tóktist serliga í fyrra dystinum strongdur av trýstinum, nú hann fyri fyrstu ferð royndi seg í landsliðsbúnanum. Venjarin hevði tó eisini álit á honum til seinna dystin, og persónliga avrik hansara varð eisini nógv betri tá.
Janus Einar Sørensen, Kyndil
Prógvaði í teimum báðum dystunum, at hann uttan iva er Føroya fremsti strikuspælari. Loftaði so at siga øllum í álopspartinum, og hóast okkurt varð misnýtt, so var hann ikki verri enn liðfelagarnir í so máta. Stóð seg eisini væl í verjuni, tó at hann varð spardur í seinna dystinum, eftir at hann dekan ov tíðliga hevði fingið tvær útvísingar.
Sámal Joensen, VÍF
At hægsti leikarin á liðnum hevur eitt har skot, vistu vit føroyingar frammanundan, og hetta noyddust rumenar eisini at ásanna. Gjørdist føroysku toppskjútti í báðum dystunum, tó at avrikið í Havn ikki varð sannførandi fyrr enn í seinna hálvleiki. Gerst eisini alsamt betri í spælinum sum heild, og hevði onkra frálíka fríspæling til liðfelagar. Ikki minst í verjuni er Sámal týdningarmikil liður í føroyska spælinum, tá hann við hædd síni í fleiri førum røkkur upp at blokka.
Johnny Joensen, VÍF
Slapp bert at royna seg í fyrra dystinum, og komst hetta einamest av, at hann tóktist at hava trupulleikar sum eittari í framfýsnu føroysku verjuni. Kanska eisini offur fyri taktikkinum, tá landsliðsvenjarin í seinna dystinum valdi at spæla við eini flatari verju. Stóð seg annars hampuliga væl, og eins og vanligt, so taldist hann í øllum førum millum teir fremstu, hvat hugburði og stríðsvilja viðvíkti.
Hans Áki Dahl Christiansen, Kyndil
Við sínum ágrýtni er hann altíð ein fongur í verjuspælinum, og í mun til dystirnar móti grønlendingum fyri knøppum ári síðani, tykist hann eisini at duga betri at stýra sær sjálvum, so útvísingarnar ikki gerast ov nógvar í tali.
Eisini átti hann stóran lut í føroyska álopsspælinum. Ikki minst tær ferðirnar, tá okkara sluppu at seta skjót mótálop í gongd.
Áki Olsen, VÍF
Kanska størsta føroyska skothóttanin kom ongantíð til sín rætt í hesum báðum dystunum. Gav avboð til fyrra dystin orsakað av skaða, og var sjónliga merktur av hesum í seinna dystinum. Stuttu tíðina hann var á vøllinum, gjørdi hann tó vart við seg, og var millum annað maðurin aftan fyri reyða kortið, sum rumenar fingu.
Marius Joensen, StÍF
Sýndi eina at kalla nýggju síðu, við tað at hann royndist sera drúgvur í føroyska verjuspælinum. Annars hevur skjótleiki hansara mest verið eyðmerktur í álopsspælinum í felagshøpi. Hendan síðan kom tó eisini til sjóndar, men tað var serliga í fyrra dystinum, at so var.
Mortan Hansen, Tjaldur
Fekk nakrar fáar minuttir á vøllinum í fyrra dystinum, og í roynd og veru var hetta kanska ov lítið til at geva eitt veruligt skoðsmál. Mundi tó iðra seg um, at tað ikki eydnaðist at skora, tá hann tvær reisur varð spældur leysur.
John Zachariassen, VÍF
Skjóti vongurin hevði loyst ein liðfelaga av til seinna dystin. Stóð seg sera væl í verjupartinum, har hann hóst lítil í vavi royndist væl móti sterku mótstøðumonnunum. Í álopspartinum var hann eisini væl við, men ov nógvir misnýttir møguleikar telja frá í heildarmetingini.
Agnar Joensen, VÍF
Spældi nakað inni á vøllinum seinna dystin, men ikki nóg leingi til, at eitt veruligt skoðsmál er gjørligt.
Bjarni Wardum, Kyndil
Slapp við upp á avboð til fyrra dystin, og avrikið sannførdi venjaran um, at tað eisini var vert at nýta wardum-mannin í seinna dystinum.
Styrki hansara er fyrst og fremst í álopinum, og prógvaði hann eisini hetta í báðum dystunum, har hann skoraði, beint sum hann slapp á vøllin. Átti helst eisini frekastu føroysku detaljuna, tá hann skrúvaði brotskast í netið, og hóast onkrar skotroyndir ikki tóktust serliga umhugsaðar, so spældi hann seg ikki av liðnum. Kom eisini væl frá uppgávuni, tá hann í seinna dystinum í fleiri førum varð nýttur í verjupartinum.
Ingi Olsen, VÍF
Hóast hann onkuntíð mann hava verið meira eyðsýndur, so er einki at taka seg aftur í, at Ingi fram um aðrar var leikarin, sum rumenar fingu virðing fyri. Hetta kom kanska best til sjóndar, tá teir valdu at skuggaverja Inga ein part í fyrra dystinum. Eftir hetta varð hann fluttur út á veingin, og hetta hóvaði honum als ikki eins væl.
Byrjaði eisini seinna dystin væl, men varð tikin heldur harðliga í eini gjøgnumbrotsroynd, og fekk tískil ikki spælt meira. Verður tó tøkur aftur til dystirnar komandi vikuskiftið, og einki er at ivast í, at bæði leikarar og venjarar eru fegnir um, at so er.