Mánadagin og týsdagin fer eitt veikt brúgvalag fram við Føroyum av útsynningi. Mikudagin liggur ein háætt nær okkum, men síðani nærkast veik brúgvaløg.
Veðrið í dag
Lot til andøvsgul, í støðum upp í stívt andøvsgul, 10 m/s, av útsynningi, seinni av suðri og útsynningi. Fyrrapartin turt og sólglottar, seinni dregur saman um og tað fer at regna ella sirm av og á. Hitin um dagin millum 9 og 12 stig. Um kvøldið makar hann vindin í lot til gul, undir 6 m/s, av vesturætt. Veðri verður skýggjað, támut og mjørki í støðum og hitin um 10 stig.
Týsdagin, mikudagin og hósdagin
Lot til andøvsgul av vestri og útsynningi, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur skýggjað og sirm her og har, umframt møguliga mjørki. Í støðum stundum sólglottar. Hitin um dagin millum 10 og 14 stig, um náttina niður í 8 til 10 stig.
Fríggjadagin
Lot til andøvsgul av suðri og útsynningi, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur skýggjað, men turt. Hitin millum 10 og 15 stig.
Leygardagin
Lot til andøvsgul av suðri og landsynningi, 2 til 7 m/s. Yvirhøvur skýggjað og møguliga regn. Hitin millum 10 og 15 stig.