info
Ongi úrslit

Yvirhálaði og fór út av vegnum

Bæði løgregla, sjúkrabilur og sløkkilið vórðu send til eitt ferðsluóhapp í Leirvík í gjár, men tíbetur spældi alt rímiliga væl av.

Vilmund Jacobsen
29. februar 2024 kl. 07:46

Stutt eftir klokkan 15 í gjár hendi eitt ferðsluóhapp í Leirvík. Hetta var á vegnum móti tunnilsmunnanum til Norðoyatunnilin.

- Fráboðarin segði, at viðkomandi varð yvirhálaður og at bilførarin, sum yvirhálaði, hevði mist tamarhaldið á bilinum og var farin oman av vegnum.

Vaktleiðarin visti í morgun at siga, at bæði løgregla, sjúkrabilur og sløkkilið vórðu send á staðið, tá hetta ljóðaði nokso álvarsligt.

- Tá fráboðarin ringdi aftur, segði viðkomandi, at bilurin var farin niðan av vegnum og ikki oman av vegnum, og at førarin nú var komin úr bilinum.

Sambært vaktleiðaranum varð bilførarin sendur á Landssjúkrahúsið til kanningar, men eftir øllum at døma var hann sloppin rímiliga óskalaður.

- Bilurin fekk tó betýðiligan skrokkskaða, leggur vaktleiðarin aftrat. Einki framgongur um, at nøkur hálka var á vegnum, tá óhappið hendi.

 

Mest lisið hesa vikuna

Løgreglan eftirlýsir mann í Havn

29. oktober kl. 07:44

So nógv vita danskir politikarar um Føroyar

Í gjár kl. 15:45

Ein stormskaði fráboðaður

25. oktober kl. 09:07

Sanna Dahl tekur við eftir Jógvan Arge

26. oktober kl. 20:45

Myndir: Markleys útbúgving við Tjarnir

28. oktober kl. 10:47

Tað gekk sum Sigfríður spáddi

25. oktober kl. 20:51

Fleiri tíðindi

Tíðindi

Nærum fýra milli­ónir til hjálpar­arbeiðið hjá Reyða Krossi

6 minuttir síðan
Hondbóltur

Ajax og Ejstrup/Hærvejen vunnu stórsigrar

1 tími síðan
Tíðindi

Dómari vísir rættarmáli hjá Trump móti Wall Street Journal frá sær

6 tímar síðan
Fótbóltur

Landsliðsliðskiparin fekk reyða kortið

7 tímar síðan
Fótbóltur

Hanus skoraði í stórsigri hjá Aluminij

7 tímar síðan
Tíðindi

Noreg: Maður doyði á einari venjingarstøð

7 tímar síðan
Hondbóltur

16 føroysk mál tá Valur vann fimta sigurin á rað

8 tímar síðan
Fótbóltur

Liðið hjá Samuel er ósigrað í seks teimum seinastu dystunum

8 tímar síðan
Hondbóltur

Gylta hevði 15 bjargingar í heimasigri hjá Skuru

9 tímar síðan
Tíðindi

Meira enn 5.000 deyð av ebola í DR Kongo

9 tímar síðan
Hondbóltur

Rakul stórspældi tá Skanderborg vann botnbrakið

9 tímar síðan
Tíðindi

Verkfall í 113 havn­um – mót­mæla vápna­flutn­ingi og krígs­vanda

10 tímar síðan