Yvirkoyrd í ringum sýni

Ein kvinna kom fyri ein bil, tá ið hon í gjár skuldi tvørtur um R. C. Effersøesgøtu í Havn Tað kann vera torført hjá bilførarum at síggja fólk til gongu, og øvugt, hesa ársins tíð, tá ið tað er myrkt og nógv regn.

Seint seinnapartin í gjár fór ein kvinna tvørtur um R. C. Effersøesgøtu í Havn, og júst tá kom ein bilur oman eftir Gripsvegnum og skuldi oman móti ferðsluljósunum.

Bilførarin sá ikki kvinnuna, sum kom fyri bilin.

Kvinnan varð flutt á Landssjúkrahúsið við skeinum í høvdinum.