Yvirkoyrdur á Tvøroyri

Ein maður var yvirkoyrdur á Tvøroyri í gjárkvøldið. Ein annar maður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring.

Løgreglan sigur, at fríggjakvøldið og leygarnáttin hava verið stak friðarlig.

 

Á Tvøroyri var ein maður so óheppin, at verða yvirkoyrdur. Løgreglan sigur, at tað var av óvart og varð sera spakuliga, men kortini hevur maðurin brotið beinið og fingið nokk so ilt í høvdið.

 

Aðrastaðni í landinum er ein annar maður skuldsettur fyri rúsdrekkakoyring. Løgreglan sá ikki sjálv viðkomandi, men fór út at taka blóðprøva av bilføraranum, eftir at hann varð meldaður. Úrslitið av blóðroyndini og vitnisfrágreiðingar vera grundarlagið undir eini møguligari ákæru móti manninum.

 

Annars hevði løgreglan eingi serlig tíðindi at bera frá í nátt.