Yvirkvalifiseraðir pedagogar?

Vegna 27 nýútbúnar pedagogar

Elin. N. W. Tausen

 

 

Í samband við kjakið, sum er íkomið orsakað av, at vit 27 nýútbúnu pedagogar fingu 11,3 í miðal til okkara endaligu próvtøku, halda vit, at vit sum flokkur vilja koma við okkara íkasti. Ikki tí at vit halda, at vit skulu verja okkara úrslit, men sum orðafellið sigur: “Tann sum tegir, hann samtykkir”. Í oddagrein í Dimmulætting 11. februar verður sagt, at ein ikki hevur hoyrt nakað frá okkum tey árini, vit hava lisið, men nú fáa tit heiðurin.

Hetta høga miðatal hevur vakt ans og sett eitt kjak í gongd viðvíkjandi pedagogútbúgvingini í Føroyum, og fleiri eru, sum seta spurnartekin við dygdina í okkara útbúgving.

Dimmalætting hevur í oddagrein 11. februar 2008 eina heldur speiska oddagrein um okkum “yvirkvalifiseraðu pedagogar”. Samstundis sum kritisku eyguni venda sær móti skipanini og próvdømingini, so sigur skrivarin: ”Her skal ongin gleði takast frá teimum, sum hava fingið eitt gott prógv. Tey hava tað ivaleyst uppiborið”. Ja, vit hava uppborið okkara prógv, tað ætla vit ikki at lata nakran iva vera um.

Sambært teimum galdandi kunngerðum og reglugerðum, sum skapa rammurnar fyri pedagogútbúgvingini, so hava vit klárað okkum so væl til endaligu próvtøkuna, at 7 lesandi fingu 10, 13 lesandi fingu 11, og 7 lesandi fingu 13.

Tá vit søktu inn á Føroya Læraraskúlan, vóru vit 25, sum byrjaðu 1. árið á pedagogútbúgvingini. Vit vóru vald út millum 136 umsøkjarar. Hetta vilja vit vísa á, tí tað sigur, at tað var ikki lætt at sleppa inn á útbúgvingina. Aldurin hjá okkum, tá vit byrjaðu, lá millum 21 og 45 ár, umframt at fleiri av okkum høvdu aðrar útbúgvingar og nógvar royndir.

Sambært kunngerð K. nr. 13 frá 24.01.1990 um námsfrøðiliga útbúgving stendur um endapróvtøkuna:

§ 21. Grundarlagið undir próvtøkuni er ein synopsa.

Stk. 3. Til próvtøkuna skal tann lesandi kunna prógva, at hann hevur ognað sær

– innlit í sambandið millum námsfrøðiligar/sosialfrøðiligar spurningar og samfelagslig viðurskifti, og í verumáta og lívsviðurskifti hjá tí einstaka menniskjanum,

- førleika í – bæði eftir ástøðiligari vitan og vitan í royndum – at greina námsfrøðiligar og siðalagsligar spurningar, og taka avleiðingar av teimum í verki,

 

- evni og innlit í at draga allar tættir í útbúgvingini inn í námsfrøðiligu avgerðirnar undir skiftandi umstøðum.

 

Hetta eru krøvini til okkara endapróvtøku, og hava vit klárað væl at liva upp til hesi krøv, síðani vit hava fingið so frálík próvtøl.

 

Tað hevur eisini verið frammi, at vit bara hava eina próvtøku, men tað er ikki heilt rætt. Hvørt ár, vit hava lisið, hava vit verið í starvsvenjing, og hevur okkara starvsvegleiðari skula góðkent okkum. Vit hava sostatt verið viðgjørd hvørt ár, um vit eru egnað at halda áfram. Í samband við hvørja starvslæru hava vit skrivað eina starvslæruuppgávu og havt eina framløgu. Í hesum sambandi verður okkara avrik bara góðkent ella ikki góðkent. Hóast tað hava vit arbeitt sum hestar, sum um tað var ein avgerandi próvtøka við karakteri! Hví gjørdu vit so tað? Jú, tí hvør einstakur av okkum ynskir veruliga at gera sítt besta, og ikki bara koma sovandi ígjøgnum, sum onkur vil vera við, at vit gera!

 

Seinasta hálva árið hava vit skrivað eina serlestraruppgávu ella høvuðsuppgávu, har vit eru farin í dýpdina við sjálvvaldum evni. Vit løgdu lív og sál í hetta arbeiðið, men fyri síðani at uppliva at fáa ein felags mail, at allir serlestrar vóru góðkendir. Aftur tá spyr ein seg sjálvan, hví ein leggur so nógva orku í tað. Tá vit so koma til endapróvtøkuna, vita vit, at vit langt um leingi fáa eitt tal, ein karakter, sum vit føla næstan skal umboða alla okkara tíð á Føroya Læraraskúla. – Hóast tað vita vit, at karakterurin bara er fyri avrikið próvtøkudagin. – Tí løgdu vit um nakrantíð alla orku í at fyrireika okkum til endaligu próvtøkuna! Eisini vita vit, at hesin karakterur er avgerandi, um vit ynskja at útbúgva okkum víðari.

 

 

Ja, vit halda, tað eiga at vera fleiri próvtøkur á pedagogútbúgvingini, tí tað hevði skapt meira nøgdsemi fyri tað arbeiði, ein ger. Men høvdu fleiri próvtøkur gjørt okkum til betri pedagogar? Tað halda vit ikki, tí vit hava arbeitt, sum hava framløgur o.a verið próvtøkur.

 

Tað, at vit hava bólkapróvtøkur, hevur eisini verið eitt evni, sum hevur verið nevnt. Jóhannes Hansen rektari, segði í viðtali í Dimmalætting 12. februar, ”at í framtíðini skal hvør einstakur taka meira ábyrgd”. Vil tað siga, at vit ikki hava tikið nóg stóra ábyrgd? Hvør einstakur tekur ábyrgd, hóast hann er í bólki! Tað er í tí innanhýsis kjakinum í bólkinum, at ein mennir sína vitan og kunnleika um evnið! Í bólkapróvtøkuni verða vit dømd sum einstaklingar, øll skulu koma líka nógv framat, og í kjakinum millum lærara, lesandi og próvdómarar skulu øll taka lut og vísa, at tey hava fatað tann ástøðiliga og tann praktiska partin. (Annars høvdu vit onki havt ímóti at farið til einstaklingapróvtøku.)

 

Í samrøðuni við rektaran verður sagt, at bert ein av próvdómarunum hevur hægri útbúgving, meðan teir námsfrøðiligu próvdómararnir bert hava vanliga pedagogútbúgving. Her vilja vit vísa á, at báðir námsfrøðiligu próvdómararnir hava tikið eftirútbúgving.

 

Vit skilja væl, um rektarin nýtir hetta høvið til at fáa myndugleikarnar til at seta broytingar í verk. Vit kunnu vera samd í, at vit eiga at diskutera verandi kunngerð fyri pedagogútbúgvingina, og at tíðin er komin til at dagføra skipanina. Vit kunnu eisini vera samd í, at vit kunnu kjakast um bólkapróvtøkur ella einstaklingapróvtøkur, ella eina kombinatión av báðum. Vit halda, at okkara høga miðaltal vísir, at pedagogútbúgvingin kann væl fara upp á hægri støði.

 

 

Men tann mytan, vit vilja gera av við, er, at dygdin í okkara útbúgving skal vera verri enn tilsvarandi útbúgving í t.d. Danmark. Tað kann væl vera, at kunngerðin fyri útbúgvingina ikki er dagførd síðani 1990, men tað merkir ikki, at innhaldið í útbúgvingini enn byggir á ástøðiligar fatanir frá 80unum. Nei, undirvísingin á Føroya Læraskúla hevur fylgt væl við tíðini, og er dygdin í tí námsfrøðiligu og sálarfrøðiligu fatanini á líka høgum støði sum í okkara grannalondum.

 

Okkara uppgáva til próvtøkuna var at prógva, at vit duga at tvinna nútíðar ástøði saman við tí dagliga pedagogiska arbeiðinum, og tað hava vit gjørt til fulnar. At tað fær onkran at pástanda, at vit eru ”yvirkvalifiserað” til at ”ansa” eftir børnum, sigur meir um tey enn um okkum. Hevði nakar funnið upp á at tosa um ein yvirkvalifiseraðan lærara, ella skulu børnini ikki hava tað besta, meðan tey eru smá. Hevur tað ikki týdning fyri menningina hjá børnunum, at tey møta kvalifiseraðum fólki, áðrenn tey koma í skúla?

 

 

Tað, at vit fáa ávikavist 10, 11 ella 13 til endaligu próvtøkuna á pedagogútbúgvingini, ger ikki okkum til serfrøðingar innan psykiatri, men tað sigur, at vit eru ein árgangur av dugnaligum pedagogum, sum vónandi koma at ríka føroyska samfelagið við okkara vitan og okkara ágrýtni eftir at gera eitt gott arbeiði. Hvørki meir ella minni. Vit eru errin av okkara avriki og kunnu hyggja ein og hvønn í eyguni, tí vit hava arbeitt fyri tí og ikki fingið nakað forerandi.

 

Nú gleða vit okkum til at fara til verka í vøggustovum, barnagørðum, viðgerðarstovnum, frítíðarskúlum, bústovnum og aðrastaðni, har vit fáa gjørt brúk av okkara fakliga førleika, at vera um menniskju.