Yvirlæknin øtast um kyksilvurørskap

Ongin samanhangur kann ávísast millum aggressivitet og kyksilvur, staðfestir Pál Weihe, yvirlækni. Hann øtast um eina læknaliga grein í Ugeskrift for Læger, sum ábendir, at føroyingar eru villari enn onnur fólkasløg, tí vit hava nógv kyksilvur í blóðinum

Sum føroyingur og kyksilvurkønur má eg bara taka meg til høvdið.
So bersøgin er Pál Weihe, yvirlækni í arbeiðsmedisini, um greinina í Ugeskrift for Læger frá 14. juli, sum Sosialurin viðgjørdi mikudagin. Pál Weihe hevur snøgt sagt onki til yvirs fyri greinini, sum Claus Hancke, serlækni í almennum medisini, hevur skrivað. Í greinini vísir danski læknin á ein fyrilestur, sum Dr. Richard Fischer helt í USA fyri einum góðum mánaði síðan, har sagt varð, at høga nøgdin av kyksilvuri í føroyingum er orsøk til eina aggressiva atferð, sum sæst aftur í grindadrápi.
? Møsn uttan vísindaligt innihald, sigur Pál Weihe. Eg havi fingist við gransking av kyksilvuri síðan 1985, og tað skuldi verið løgið, um eg ikki visti tað, men vit hava ongantíð sæð nakað samband millum atferð og kyksilvur. Hvørki í okkara kanningum ella bókmentum.

Millum tveir stólar
Pál Weihe finst at Ugeskrift for Læger fyri yvirhøvur at hava tikið greinina upp. Hon lýkur ikki tey vanligu minstukrøv, sum mugu setast til greinar í einum seriøsum fakligum tíðarriti. Eitt minstamát má vera, tá pástandir verða lagdir fram, heldur hann ? serliga um teir eru so kollveltandi, sum hendan greinin leggur upp til. Men onki verður nevnt um, hvussu ráðstevnan eitur, hvør Dr. Fischer er, ella hvørji prógv lógu til grund fyri útsøgnum hansara.
? Greinin í Ugeskrift for Læger setir seg ímillum tveir stólar. Um Hancke ikki dámar, at føroyingar drepa grind, so er tað í lagi, men hví hevur tað týdning fyri okkara tíðarrit? Um hann hinvegin hevur ein medisinskan boðskap, so skal hann føra rímiliga væl grundað prógv, men tað er als ikki hansara ørindi. Hann heldur bara, at grindadráp er barbariskt, og tað er mær ein gáta, hví brævið er sloppið við yvirhøvur, sigur Pál Weihe.

Misnýtslan ber til
Sjálvur óttast Pál Weihe ikki fyri, at tað er teirra eftirhondini heimskenda gransking við grind og kyksilvuri, sum er misnýtt í hesum føri til at brúka ímóti føroyingum.
? Tú kanst ongantíð verja teg ímóti, hvat verður sagt á einum vertshúsi. Tað ber ikki til at verja seg ímóti, at tín gransking verður misnýtt og tikin úr sínum rætta samanhangi, men við okkara kanningum hava vit netupp forðað fyri, at vit eru sárbær. Nú kunnu vit við góðari samvitsku vísa slíkum pástandum aftur, tí onki hevur higartil víst, at samanhangur er millum aggressivitet og kyksilvur. Men tað fara altíð at vera slík »Free-Willy« fólk, ið brúka gransking sum best ber til, tí tey renna onnur ørindi, sigur Pál Weihe.
Í fyrstu syftu hevur Pál Weihe ongar ætlanir um at venda sær til Ugeskrift for Læger við einari rættleiðing. Men hann fer at skriva til Claus Hancke persónliga og biða hann útgreina tað, sum hann sigur. Hinvegin óttast hann ikki fyri, at læknar taka greinina fyri fult.
? Læknar fáa beinanvegin illgruna um, at alt ruggar ikki rætt í hasi greinini. Tú skalt ikki hava lisið nógv, áðrenn tú sært, at hatta er langt undir vanliga støðið, sigur Pál Weihe.