Í Nice, Berlin og London hava verið atsóknir, har tilvildarlig fólk eru dripin við bilum sum vápni.
Franskir myndugleikar jagstra ein persón, sum í morgun koyrdi ein myrkan BMW inn í eina mannamúgvu við hermonnum uttan fyri París.
Antiyvirgangsdeildin hjá ákærumyndugleikunu í franska høvuðsstaðnum er farin at kanna álopið, sum sambært borgarstjóranum í býarpartinum »uttan iva« var tilvitað.
Orsøkin er enn ókend.
Men tað er ikki fyrstu ferð, at ein bilur – eftir øllum at døma – verður nýttur sum vápn.
Her er eitt yvirlit yvir nøkur líknandi álop í Evropa:
7. apríl 2017:
Ein lastbilur koyrir inn í eina mannamúgvu í Drottninggatan í miðbýnum í Stokkhólmi.
Lastbilurin brestir síðani inn í parfurmudeildina hjá vøruhúsinum Åhléns, har heldur kemur í bilin.
Fýra fólk doyggja, og 15 vera særd.
Ein 39 ára gamal maður úr Usbekistan verður handtikin og mistonktur fyri álopið, sum løgreglan viðgerð sum eitt yvirgangsálop.
22. mars 2017:
Ein maður koyrir ein Hyundai 4x4 inn í gongufólk við Westminster Bridge nærindis bretska tjóðartinginum í London.
Hann koyrdi inn í eitt stik og royndi síðani at noyða sær atgongd til tjóðartingið, men varð skotin og dripin undir royndini.
Fimm doyði og um 50 fólk vórðu særd í álopinum.
Illgerðarmaðurin var ein 52 ára gamal maður, sum eitur Khalid Masood.
Islamskur Statur tók sær ábyrgdina fyri álopið.
19. desember í 2016:
Ein 40 tons tungur lastbilur koyrir beinleiðis inn í búðir og gestir á einum jólamarknaði í miðbýnum í Berlin. 12 fólk doyggja og út við 50 verða særd.
Ein tunesari, nevndur Anis Amri, koyrdi lastbilin. Amri var ólógliga í Týsklandi, eftir at hann hevði fingið noktað sína sak um friðskjól.
Fýra dagar eftir álopið varð Amri skotin og dripin av løgregluni í italska býnum Milano.
Islamskur Statur tók sær ábyrgdina.
14. juli 2016:
Ein maður drønar ein lastbil ígjøgnum eina mannamúgvu, sum var farin á gøtuna at hyggja eftir fýrverki á Bastille-degnum í suðurfranska býnum Nice.
Tilsamans 86 fólk doyggja, og yvir 300 verða særd.
Tað var tann 31 ára gamli tunesarin, Mohamed Lahouaiej-Bouhlel, sum koyrdi lanstbilin. Hann varð skotin og dripin av løgregluni.
Islamskur Statur kallaði hann ein av teimum víðgongdu í Islamskum Stati.
Keldur: Ritzau, Reuters og NTB.
/ritzau/