Amerikanski forsetin, Donald Trump, og tøknimiljarderurin Elon Musk hava í gjár sent harðar atfinningar móti hvørjum øðrum á sosialu miðlunum.
Musk stuðlaði annars Trump undir amerikanska valstríðnum í 2024 og stóð á odda fyri stjórnarvirknaðardeildini (Doge) hjá amerikansku stjórnini til 30. mai.
Í gjárkvøldið segði Trump, at teir báðir hava havt "eitt flott samband. Eg veit ikki, um vit vilja hava tað longur."
Meðan Musk fyrst og fremst hevur talað út umvegis sosiala miðil X, hevur Trump viðmerkt málið umvegis sín egna sosiala miðil, Truth Social.
Fá yvirlit yvir orðastríðið her:
* Seinastu tíðina hevur Musk fleiri ferðir funnist at einum stórum lógarpakka frá Trump, sum Trump sjálvur kallar "Big, Beautiful Bill". Tað leingir skattalættan frá fyrsta forsetaskeiðnum hjá Trump, m.a. Týsdagin kallaði Musk lóggávuna fyri "eina keðiliga andstygd."
* Ein ónevnd kelda sigur við CNN, at Musk og Trump ikki hava tosað síðani ta atfinningina.
* Orðastríðið millum teir báðar í gjár byrjaði, tá Trump á tíðindafundi í Hvítu Húsunum í gjár segði, at hann var "sera vónbrotin" av atfinningunum hjá Elon Musk av lóggávuni.
* Trump hótti seinni við at enda stjórnarsáttmálar við fyritøkur, sum Elon Musk átti.
* Musk segði tá, at hann beinanvegin fór at byrja at taka Dragon rúmdarfarið hjá SpaceX úr nýtslu.
* Seinni sama kvøld skrivaði Musk tó "Okey, vit taka ikki Dragon úr nýtslu" í eini viðmerking til áheitanina hjá einum ókendum X brúkara um, at hann skuldi gerast góður vinur við Trump aftur. Tað er ógreitt, um hetta er ein avgjørd U-vending ella um Musk meinti tað sarkastiskt.
* Trump segði í gjárkvøldið, at Musk segði upp Doge, tí Trump bað hann fara. Musk hevur síðani sagt hetta vera lygn.
* Trump hevur eisini sagt, at Musk kendi lógaruppskotið, og at hann kendi "innara virksemið" betur enn tey flestu. Musk hevur harafturímóti sagt, at hesin pástandurin er ósannur, og at hann ongantíð hevur sæð innihaldið í lógaruppskotinum.
* Ein av teimum mest áfallandi útsøgnunum frá Musk er ákæran móti Trump um, at Trump "er í Epstein-skjølunum". Musk sigur, at hetta er orsøkin til, at skjølini ikki eru almannakunngjørd.
* Musk hevur tó ikki víst prógv fyri hesum pástandinum, og hann hevur ikki gjørt viðmerkingar til, hvussu hann skal hava fingið atgongd til loyniligu skjølini. Amerikanski fíggjarmaðurin Jeffrey Epstein varð handtikin og varðhaldsfongslaður í 2019 í einum umfatandi máli um misnýtslu av ungdómi undir lógaraldur.
* Trump hevur ikki beinleiðis viðmerkt ákærurnar. Amerikanska samveldisløgreglan, FBI, noktar at gera viðmerkingar til málið fyri BBC. Tíðindaskrivarin í Hvítu Húsunum, Karoline Leavitt, sigur við CNN, at talan er um eina ”óhepna hending” frá Elon Musk síðu. Hon segði, at tað stavar frá ónøgdini hjá Musk við lóggávuna.
* Musk hevur eisini sagt, at Trump hevði tapt forsetavalið í fjør, um tað ikki var fyri hansara stuðul. Hann hevur eisini millum annað sagt, at tollpolitikkurin hjá Trump fer at ”elva til afturgongd í seinnu helvt av hesum árinum.”
* Musk hevur gjørt eina kanning um X, har hann spyr, um tað er tíð uppá, at ein nýggjur politiskur flokkur verður stovnaður í USA, "sum í roynd og veru umboðar tey 80 prosentini í miðjuni".
* Í natt tagnaði Trump á Truth Social, og talgilda ósemjan millum teir báðar tyktist minka.
* Tíðliga í morgun okkara tíð hevði miðilin Politico "eina stutta telefonsamrøðu" við Trump, skrivar Reuters. Her verður Trump spurdur um kjakið við Musk, sum hann sigur "oh, tað er í lagi", og "tað gongur ordiliga væl, tað hevur ongantíð verið betri".
* Sambært Politico hava ráðgevarnir í Hvítu Húsunum avtalað eina telefonsamrøðu við Musk í dag fyri at "mekla frið". Tað er ikki greitt, nær uppringingin verður.
/Ritzau/