Endamálið við kalendaranum er at veita íbúgvum og vitjandi eitt fullfíggjað og brúkaravinarligt yvirlit yvir, hvat farast kann til um dagarnar. Alt savnað á einum stað.
Øll sum skipa fyri mentanartiltøkum í Tórshavnar kommunu kunnu gerast brúkarar og leggja síni tiltøk út í Tíman. Tað er ókeypis at gerast brúkari og ómakaleyst at leggja tiltøk út. Í stuttum skalt tú bara finna eina góða og rámandi mynd og tøppa inn kravdu upplýsingarnar, soleiðis at brúkarin fær nøktandi upplýsing um, hvar og nær tiltakið er, hvat tiltakið snýr seg um og hvør skipar fyri.
Øll tiltøk, sum verða stovnað í Tímanum, fara til eftirkanningar hjá Snarskivuni, áðrenn tey verða kunngjørd í Tímanum.
Tímin er ætlaður mentanartiltøkum í breiðastu merking. Alt frá ítróttakappingum, sjónleiki, tónleiki, framsýningum, eldrafimleiki og upplestri til borðspøl, upplestrar og gudstænastur verður at finna í Tímanum.
Nakrar avmarkingar eru kortini: Tiltøk, ið meira eru at líkna við handilslig átøk, fáa ikki innivist í Tímanum. Kalendarin er til dømis ikki ætlaður til útsølu og tilboð á matstovum, tilmelding til førleikagevandi skeið í telduforritum og arbeiðsakførum og tílíkum søluátøkum. Ætlanin er hinvegin at geva pláss fyri vanligari fólkakunning á háskúlum og kvøldskúlum og fyri ítrivum, ið styrkja trivnað og heilsu.
Sí heimasíðuna her Tímin - Tímin (timin.fo)