Yvirlivdi spreinging og livir eitt ríkt lív

Lasse Gustavson byrjaði sum sløkkiliðsmaður. Eftir at hava verið deyðanum nær í arbeiði sínum, ferðast hann kring heimin við fyrilestri, hann kallar: Gjøgnum eldin. Tínir tankar  tínir møguleikar!

Klaksvík: Mikukvøldið í næstu viku fáa norðingar og onnur áhugað eitt serstakt høvi at hitta ein sløkkiliðsmann við serstakari søgu.
Talan er um svian Lasse Gustavson, sum í 1981 kom út fyri eini stórari vanlukku í arbeiði sínum sum sløkkiliðsmaður.
Hann rendi seg inn í ein stóran gassleka, sum førdi við sær eina sterka spreinging. Starvsfelagi hansara lat lív og sjálvur varð Lasse sera illa brendur.
Hesin fyrrverandi sløkkiliðsmaðurin ikki bert yvirlivdi. Hann livir í dag eitt virðismikið lív, sjálvt um hann mátti ígjøgnum ár við viðgerð fyri skaðarnar hann fekk. Hann ferðast nú kring heimin fyri at greiða frá sínum lívi.
- Og tað er hesa ótrúligu søguna, sum føroyingar nú fáa høvið til at hoyra, sigur stigtakarin, Hans Eiler Hammer, prestur í Klaksvík.

Yvirlivdi og livir
Í 1981 fór Lasse Gustavson spentur til verka sum nýútbúgvin sløkkiliðsmaður.
Hann hevði bert arbeitt í eina viku tá sløkkibilur hansara koyrdi seg inn í ein stóran gassleka. 20 tons av propangassi sprongdust, og broyttist eftir fáum sekundum til 1000 oyðileggjandi og drepandi hitastig!
Hárið, húðin, oyruni, fingararnir. Alt brendist hjá Lassa! Men Lasse skuldi ikki doyggja henda dagin. Hann rann ígjøgnum eldin og yvirlivdi vanlukkuna!
Hesar upplivingarnar vil hann fegin greiða øðrum frá, og tí ferðast hann nú kring heimin við einum fyrilestri, hann kallar: Gjøgnum eldin  tínir tankar, tínir møguleikar!
- Hetta er ein sera rámandi og sigandi fyrilestur um at síggja seg sjálvan í spegili. Um at góðtaka tað sum er hent. Um ikki bert at yvirliva, men at liva, sigur Hans Eiler.
Í sjálvari vanlukkuni doyði starvsfelagi hansara Leif. Tí tosar Lasse nógv um munin millum at liva og at yvirliva. Hetta er tí eitt ógloymandi skeið.
Fyrilesturin hjá Lasse Gustavson hevur fingið eina sera góða móttøku bæði í Kina, Australia og India. Í Svøríki, Noregi og USA hevur hann hildi fyrilestur fyri fullsettum Mentunnarhøllum.