- Tað er bara so yvirnatúrliga nógv at gera beint nú. Tað er trupulleikin hjá okkum í vinnuni og tí er tað ringt at fáa fatur á arbeiðsmegi.
Tað sigur Stein Olvur Petersen, stjóri í byggifelagnum J&K Petersen, ið eins og onnur byggifeløg í Føroyum merkir avleiðingarnar av, at arbeiðsloysið er søguliga lágt.
Sjálvur metir hann, at hansara fyritøkan higartil hevur verið heppin, tá søkt hevur verið eftir fólki, men hava tey kortini merkt, at trot er á fólki innan ávís yrkir.
- Tað er ringt at fáa timburmenn og handverkarar í dag. Faktiskt er tað ringt at fáa fatur á spesialarbeiðarum í heila tikið. Tað er bara ikki nóg nógv av fólki við serligum førleikum til á arbeiðsmarknaðinum, sigur stjórin.
Í løtuni arbeiðs 210 í J&K Petersen, harav 20 teirra eru útlendingar. Tað ber væl til, at tað talið fer at vaksa í framtíðini, tí í løtuni eru ikki nógvir føroyingar at taka av, tá størv verða lýst leys.
- Tað er sum at slætta vatn á gás, tá man søkir eftir fólki í Føroyum. Tað sum hendir er, at starvsfólkini skifta bara ímillum feløg. So um man fær føroyingar er tað sum oftast fólk frá øðrum feløgum, vísir hann á.
Hóast lága arbeiðsloysið merkir vinnuna, so er kortini útlit fyri, at nýggj fólk eru á veg. Seinnu árini eru nevniliga munandi fleiri lærlingar lagdir aftrat í vinnuni.
- Tey eru øgiliga nógv, ið útbúgva seg innan yrkið nú. Sjálvandi má man ansa upp á, at man ikki setur ov nógvar lærlingar, tí tað fer at ganga hin vegin aftur. Men í løtuni er ein góð lærlingatilgongd og hugburðurin um at fara í læru er nógv broyttur tey síðstu árini, sigur Stein Olvur Petersen.
Hendan greinin er partur av temanum um arbeiðsloysið, ið er at lesa í Vikuskiftis-Sosialinum.

- Yvirnatúrliga nógv at gera

