Yvirskotið er so stórt sum aldrin fyrr

Føroyskt vinnulív hevur ikki havt so gott úrslit seinastu 14 árini sum nú

 

Úrslitið hjá føroyskum vinnulívið er nú so gott sum tað hevur verið síðani 1999, tá ið hagstovan fór at gera gongdina í vinnuni upp.

 

Hagstovan sigur, at í 2013 var úrslitið næstan tvær ferðir so gott, sum tað var í 2012. Og úrslitið í 2013 var so nógv tað besta síðani Hagstovan fór at gera støðuna upp í 1999.

Úrslitið í 2013 var 743 milliónir betri enn tað var í 2012, men av teimum átti alivinnan 458 milliónir.

 

Úrslit uttan kapitalpartar er, tá ið yvirskotið, ella undirskotið, móðurfeløg hava av dóttirfeløgum, ikki er við.

Úrslitið uttan kapitalpartar var 1566 miljónir í 2013, samanborið við 824 miljónir í 2012.

 

Men umframt alivinnuna, er støðan eisini munandi batnað í bólkinum flutningur og samskifti og her er tað sjóflutningur, sum stendur fyri meginpartinum av hesari framgongd.

 

Eftir stóra afturgongd, í 2012, trífaldaðist útslitið í tilfeingisvinnunum aftur í 2013, sigur Hagstovan.