Yvirtøkulógin er ein skúmbanan frá Fogh

Formaðurin í Miðflokkinum kallar nýggju yvirtøkulógina fyri ein syrgiligan glæntrileik. Danski forsætisráðharrin hevur givið føroyingum eina skúmbanan, og so fær hann frið, men føroyingar vilja og tora einki

? Hetta er stutt og greitt ein syrgiligur glæntrileikur.
Tað sigur løgtingsmaðurin Jenis av Rana, sum er alt enn nøgdur við nýggju yvirlýsingina hjá løgmanni og danska forsætisráðharranum um at gera eina yvirtøkulóg.
Hann samanlíknar yvirlýsingina við eina brochuru, kallar hana eina skúmbanan frá Fogh og heldur, at hetta er sum við nýggju klæðunum hjá keisaranum.
? Tað er tað reina bluff at billa fólki inn, at hetta skal føra okkum á sjálvstýrisleið. Hetta er í besta føri ein modernisera heimastýrislóg, og heimastýrislógin ella danir hava ongantíð verið nøkur forðing fyri, at føroyingar kunnu yvirtaka málsøki, sigur Jenis av Rana.

Sum ein hjún, ið ikki tora
Løgtingsmaðurin fyri Miðflokkin heldur, at yvirlýsingin ger hvørki til ella frá, tá tað ræður um størri sjálvstýri til føroyingar.
? Tú kanst samanbera hetta við eini hjún, sum ætla sær út at ferðast. Tey setast aftur, tí gamli Smyril er ikki nóg góður at sigla við. So kemur Norrøna, og tá eru umstøðurnar betri, men tey fara ikki alíkavæl. Og tá ið so nýggja Norrøna kemur, so er tað eitt fantastiskt framstig, og nú er lag á manni at fara avstað.
? Tey fáa sær altíð tær nýggjastu brochururnar og vísa tær fyri vinum og kenningum, men tey fara ikki avstað alíkavæl. Tey tora ikki, og tað kann gera tað sama, hvussu góðar brochururnar og skipini eru.
? Soleiðis er eisini við fullveldinum. Vit kunnu yvirtaka málsøki og taka loysing, um vit vilja. Men vit vilja ikki. Vit hava ikki torað, og vit tora framvegis ikki. Tí er tað nakað tvætl at siga, at yvirtøkulógini skal vera eitt so stórt framstig, sigur Jenis av Rana.

Skúmbanan frá Fogh
Tað eru ikki hissini ákoyringar, sum yvirtøkulógin fær frá formanninum í Miðflokkinum. Hann heldur, at danski forsætisráðharrin hevur verið sera snildur.
? Hvør leiðari vil ikki hava frið í sínum ríki. Fogh er væl nøgdur, tí hann hevur givið føroyingum eina skúmbanan, og so er friður. Fogh er genialur, hann gevur føroyingum eitt skjal, og so veit hann, at hann fær frið, heldur Jenis av Rana.
? Hetta kann samanlíknast við ævintýrið um nýggju klæðini hjá keisaranum. Øll siga, at yvirtøkulógini er eitt stórt framstig, men eingin torir at siga, at keisarin er spillnakin.
? Eg haldi, at undirskrivingin yvirlýsingini skuldi verið gjørd tveir dagar fyrri, enn hon varð gjørd, tí so kundi hon verið gjørd í sambandi við føðingardagin hjá H. C. Andersen til at heiðra hann fyri ævintýrið um nýggju klæðini hjá keisaranum, sigur Jenis av Rana.