Í morgin og hósdagin verða onnur og triðja viðgerð av dagføringum í revsilógini, sum herða revsilógina munandi á mangan hátt.
Tað er líkt til, at undirtøka er fyri hesum broytingum, og verður tað soleiðis, so er frítt fyri at yvirtaka revsilógina, sum tað er skjalfest í samgonguskjalinum.
Seinni í summar skuldi so verið klárt at viðgera yvirtøkuna, har brotið um kynsliga orientering í 266b eisini verður við, sambært landsstýriskvinnuni í lógarmálum.
– Lógin verður í yvirtikin í verandi líki, sigur Annika Olsen. Sum ikki heldur, at tað er at samtykkja 266b einaferð enn, um revsilógin verður yvirtikin.
15. desembur 2006 vóru tað at enda 15 tingmenn, ið vóru ímóti at leggja brotið um kynsliga orientering inn í 266b. Seks av hesum sita í løtuni í samgongu, tá er Jógvan á Lakjuni, sum var landsstýrismaður tá, taldur við, og tá trýstast skal á grøna ella reyða knøttum um at yvirtaka revsilógina verða tað helst seks av teimum 15, sum vóru ímóti, sum skulu atkvøða um at yvirtaka revsilógina við 266b.
Vit kunnu broyta lógina
Hóast Annika Olsen, landsstýriskvinna greiðir frá, at revsilógin verður yvirtikin í verandi líki, tá tað kemur so langt, so er Anfinn Kallsberg, fólkaflokstingmaður, sum var ein av teimum 15, sannførdur um, at tað væl ber til at yvirtaka rættarmál, uttan at brúka donsku lógirnar.
– Tú ert púra skeivt avmarsjeraður at halda, at tá mann yvirtekur málsøkið, so yvirtekur mann eisini donsku lógirnar, sigur ein avgjørdur Anfinn Kallsberg.
Hann er sannførdur um, at tað er ein gongd leið at yvirtaka revsilógina, men hansara støða mótvegis 266b er framvegis óbroytt. Somuleiðis vil hann lata tíðina arbeiða, og bíðar eftir viðgerðini av yvirtøkuni av revsilógini.
266b er veruleiki
Jógvan av Lakjuni, fólkaflokstingmaður, metir, at 266b longu er samtykt, og hóast hann er ósamdur við orðingini, so dugir hann illa at ímynda sær, at orðingin dettur burtur.
– Eg gangi inn fyri at yvirtaka øll øki í Føroyum, og hóast eg eri ósamdur, so er hatta komið ígjøgnum, og eg haldi ikki, vit skulu gera nakað dramatiskt burturúr hasum, sigur tigmaðurin, sum var landsstýrismaður í 2006, og tí ikki var við til atkvøðugreiðsluna.
266b má broytast
Áðrenn revsilógin verður yvirtikin, so má 266b broytast, um Alfred Olsen, sambandstingmaður, skal taka undir við yvirtøkuni.
– Tað er gjørt av, at revsilógin skal yvirtakast, men verður tað við orðingini, sum hon er í dag, so taki eg ikki undir við tí, sigur Alfred Olsen. Hann er somuleiðis sannførdur um, at tað verður stór mótstøða ímóti yvirtøkuni av revsilógini, um 266b hevur somu orðingar sum í dag.
Hesum undirbyggir hann við, at tað longu er avgjørt, at mann ikki vil hava 266b stykki 2 við í dagføringarnar av revsilógini, sum Alfred Olsen heldur vera alneyðugar.
Gerhard vil onki siga
Hóast prinsipiella støðan hjá Gerhardi Lognberg viðvíkjandi 266b á ongan hátt er broytt, síðan hann trýsti á reyða knøttin 15. desembur 2006, so vil hann onki siga um sína støðu, tá yvirtøkan av revsilógini einaferð skal viðgerast.
– Vit eru ikki reiðiliga lidnir at tosa um hatta, og tí fari eg ikki ordiliga at úttala meg um tað. Sum landið liggur er málið rættiliga fløkt, sigur javnaðartingmaðurin.
Ongin grund at yvirtaka
Marjus Dam, sambandstingmaður, fer at halda seg til samgonguskjalið, men hann hevði onki havt ímóti, at lógin als ikki varð yvirtikin.
– Eg hevði ongan trupulleika havt við, at revsilógin ikki verður yvirtikin, men tað er í samgonguskjalinum. Og kemur tað til 266b, so trúgvi eg, at eg kann taka undir við lógini, sum hon er í dag, sigur Marjus Dam.
Hinvegin heldur hann, at tað eru so øgiliga nógvir bólkar, sum burdu verið við í 266b, sum ikki eru tað, og hann harmast almikið, at tað er vorðið soleiðis, at ert tú ikki fyri orðingini um kynsligar orientering, so vilt tú næstan gera teg inn á tey.
Ikki so nógv ímóti
– Eg gangi útfrá, at eg fari at taka undir við eini føroyskari revsilóg við 266b. Vit liva í einum veruleika, og hann mugu vit altíð fyrihalda okkum til, og vit hava samtykt orðingina í 266b. Eg var nokk heldur ikki so nógv ímóti, tá málið var fyri, sigur Heðin Zachariassen, fólkaflokstingmaður.
Hinvegin er Heðin Zachariassen sannførdur um, at 266b nokk skal geva eitt lívligt kjak seinni í summar, tá yvirtøkan av revsilógini eftir øllum at døma verður viðgjørd.
Óli Breckmann verður helst eisini á tingi, tá yvirtøkan skal viðgerast. Hann var eisini ímóti í 2006. Men í løtuni undirvísir hann í Hoydølum og vil ikki úttala seg um málið í løtuni.